10 Dec
Tórshavn (capital)
Free
Bókmentan

Loynigentan útgávutiltak

x
Ungdómsbók hjá Tórunn Karinu Henriksen

Í desember kom ungdómsbókin, Loynigentan, hjá Tórunn Karinu Henriksen út, og í hesum sambandi verður skipað fyri útgávutiltaki í Skálanum í Norðurlandahúsinum.

Skráin:
– Bókadeildin bjóðar vælkomin.
– Tónleikur (navnið verður avdúkað seinni).
– Marna Jacobsen, fyrrv. rittjóri á Bókadeildini, hevur samrøðu við rithøvundin.
– Tónleikur (navnið verður avdúkað seinni).

Aftan á tiltakið ber til at keypa bókina fyri serprís og at fáa hana signeraða.

Um bókina:
Alda hevur afturvendandi marrur um systur sína, ið tók lívið av sær. Um alt blóðið í baðikarinum og henda rama luktin. Alda má læra seg at finna stevið eftir hesa ræðuligu hending. Men tankin, ið alla tíðina vitjar aftur, er: hví tók Brynja, henda lívsglaða gentan, lívið av sær?

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.

Um rithøvundin:
Tórunn Karina Henriksen er fødd í 1975 og hevur útbúgving frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Í 2010 gav hon út skaldsøguna Månelyset viste vej, og tey seinnu árini hevur Tórunn havt nakrar stuttsøgur við í Míni jólabók.

Tiltakið er eitt samstarv millum Bókadeildina og Norðurlandahúsið.

Covid-19
Vi fylgja tilmælunum frá landsmyndugleikunum – les almennu tilmælini her

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

10 Dec 16:00

Price

Free