16 Jun - 18 Jun
Tórshavn (capital)
72 - 145 DKK
Palllist

Løsrivelsen

x
Ein sci-fi-leikur um síðsta dag Ríkisfelagsskapsins.

”Løsrivelsen” snýr seg um tann uppspunna dagin í 2033, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark. Leikurin skal rannsaka, hvørjar kenslur og støður, sum koma fram í Føroyum, Grønlandi og Danmark, tá/um ein av teimum síðstu hjálandaveldunum endiliga sleppur. Vit suma heilt inn í menniskjans dreymar, ótta og tvístøður, og síðani suma vit út, so vit síggja heildina í einari filmiskari realismu. Hetta er frásøguleikur, sum samstundis er ógvuliga visuellur, um eitt evni, sum hevur stóran áhuga fyri nógv í Grønlandi, Føroyum og Danmark.

Palllistabólkurin PARADOX, sum hevur skapt leikin, er samansettur av yrkislistafólki frá norðanlondum. Bólkurin granskar nú hvørjar kenslur liggja handan ynskið um sjálvstýri, og hvat loysingin fer at merkja – um loysing kemur – fyri bæði tann einkulta og fyri sjálvsfatanina hjá londunum.

Vit ferðast fram til tann dagin í 2033, tá loysingar-tilgongdin alment byrjar. Sum miðpunkt í leikinum eru tríggjar kvinnuligar sjónvarpsvertinnur í hvør sínari sjónvarpsstovu, sum skulu viðmerkja og stýra degnum.  Tær sita í hvør sínum landi í Ríkisfelagsskapinum og hittast ongantíð, men í tí stund, tá tøknin verður álopin av einum hjálandadevli, standa tær í somu støðu. Tíðin verður upployst, og tað tøkniliga brekið tekur okkum aftur í tíðina, har ongin livandi hevur tamarhald á støðuni.

*PARADOX (paradoxteater.dk) ger sansaligan og hvassligan dokumentarsjónleik í Danmark. Ofta um politisk viðkvæm evni. Eisini Loysingar-heildarspurningurin er eitt eymt evni, og er tætt knýtt at tí donsku sjálvsfatanini. Tó eru ikki nógvir danskarir, sum hugsa um, hvussu ein møgulig loysing kann ávirka tann danska samleikan og leiklutin í internationalum høpi. Í Grønlandi og í Føroyum er Ríkisfelagsskapurin meira ítøkiligur. Her kann ein ikki uppá sama máta beina tankan burtur. Ríkisfelagsskapurin er ein leivd av hjálandatíðini, sum er ein áminning um danska yvirvaldið í Arktis.

Samstundis eru tøtt og kær bond millum londini. Í veruleikanum eitt paradox!

Dagen i dag vil vi altid huske,
I er blevet frelst fra Jeres fjender.
Der bor i længere Nordboere i vort land
I har vundet den endelige sejr.
– Frá yrkingini nalussûnerup târnerane, um oyðingini av Inuittunum umleið ár 1400, eftir Villads Villadsen

Leikrit: Vivi Sørensen (GL) og Daniel Wedel (DK/SE)
Leikstjórn: Egill Palsson (IS) og Daniel Wedel (DK/SE)
Pallur: Martin Eriksson (SE)
Leikarar: Mariann Hansen (FO), Karina Møller (GL), Henriette Rosenbeck (DK) og Mohamed Ali Osman (DK/SO)
Framleiðlsa: Durita Sumberg (FO) og Henriette Rosenbeck (DK)
Myndatøka: Søren Meisner

Leikurin er eitt samstarv ímillum PARADOX og Katuaq (GL), Norðurlandahúsið (FO), Kolding Egnsteater og Odense Teater (DK)

”Løsrivelsen” hevur fingið stuðul frá Nordisk Kulturkontakt, Nordisk Kulturfond, NAPA-fonden, Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Wilhelm Hansen Fonden, Beckett Fonden v.fl.

PARADOX hevur frammanundan framleitt Welcome to Denmark um danskan asylpolitik, ROMA um romair í Skandinavia og Fake News um miðlar, journalistik og demokrati.

Løsrivelsen hevur frumframførslu 4. juni 2022 i Nuuk

Leikurin er 1,5 tíma og er uttan steðg

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

16 Jun 2022 19:30
17 Jun 2022 19:30
18 Jun 2022 19:30

Price

Lesandi og ung undir 18 ár 72 DKK

Atgongumerki 145 DKK