31 Jul
Norðoyggjar
Free
Myndlist

LISTAMAÐURIN EYÐUN AV REYNI 70 ÁR

x

 

Leygardagin, tann 31. juli 2021 verður listamaðurin Eyðun av Reyni 70 ár. Í hesum sambandi letur upp ein framsýning í Gamla Seglhúsinum, har vit eisini ynskja at heiðra listamannin við einari serligari fernisering.

 

Eyðun av Reyni er føddur tann 31. juli 1951 og er sonur Elsu og Ingálv av Reyni. Eyðun giftist í 1985 við Bjørg Øssursdóttur og eiga tey døturnar Duritu og Ingibjørg.

 

Eyðun var sjómaður í nøkur ár, áðrenn hann tók eina listarliga útbúgving í 1971-72 á Askou-Jensen´s Drawing School in Glyptoteket í Keypmannahavn og Tech Royal Danisk Art Academy, somuleiðis í Keypmannahavn.

 

Eyðun hevur verið fleiri listarliga námsferðir og hevur javnan, síðan 1964, havt framsýningar av verkum sínum. Somuleiðis hevur Eyðun við sínum verkum prýtt fleiri bygingar, umfamt at verk eru umboða í tí almenna rúminum bæði í Føroyum og uttanlands.

Skrá fyri ferniseringina leygardagin tann 31. juli klokkan 16:00

 

Símun Gullaksen bjóðar vælkomin og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu setur framsýningina.

 

Eyðun Nolsøe, Jógvan Olsen og Karl Martin Samuelsen úr bólkinum Hjarnar syrgja fyri tónleikinum og Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag kemur eisini at røða.

 

Gutti Winther syrgir fyri ábitnum og kemur at borðreiða við ymiskum spennandi bitum

 

Øll eru hjartliga vælkomin at njóta løtuna, bera fram eina heilsan, síggja málningarnar og annars heilsa uppá Eyðun í hugnaliga Gamla Seglhúsinum.

 

Address

Gamla Seglhúsið

Klaksvíksvegur 48
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

31 Jul 16:00

Price

Free