17 May - 21 May
Tórshavn (capital)
Free

Listaframsýning

x

Kreativitetur hevur verið mítt frírúm, har eg kenni frælsi til at úttrykkja míni inntrykk.

Mín áhugi er serliga náttúran og gerandishendingar. Vakurleikin í skiftandi ljósi og árstíðum, fuglabergum, vøtnum og áum rørir meg og gevur íblástur til abstraktu málningarnar. Dýpdin og vakurleikin í tí smáa í skaparverkinum verða til tíðir málað abstrakt.

Gerandisstøður hava eisini sítt virði og geva íblástur til naivu myndirnar, sum tíðum hava ein skemtiligan dám.

Eg havi altíð verið kreativ og elskað at tekna og mála. Seinnu árini havi eg lagt nógva orku í at mála og mennast innan henda heim. Eg havi verið á fleiri skeiðum hjá føroyskum og útlendskum undirvísarum. Havi eisni havt fleiri framsýningar og m.a. sýnt tvær ferðir fram á Ólavsøkuframsýningum í Listaskálanum.

Mín vón er, at eins og listin ríkar mítt lív, at hon eisni kann ríka títt lív.

Address

Smiðjan í Lítluvík

Skálatrøð
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

17 May 2019 15:00 - 18:00
21 May 2019 15:18 - 18:00

Price

Free