22 Oct
Norðoyggjar
260 DKK
Tónleikur

Lena Anderssen í Klaksvík

x

Tað verður ein serlig løta, tá Finastøðin í Klaksvík á fyrsta sinni verður karmur um alment konserttiltak fríggjakvøldið 22. oktober. Tað gleðir okkum at kunna bjóða dyggu songkvinnuni Lenu Anderssen at vera tann fyrsta at hava konsert í nýggju stásiligu hølunum á Stangavegi 23.

Við sær, henda søguliga dagin, hevur Lena hennara bólk, ið fyri stuttum var í Danmark á konsertferð, og tit kunnu rokna við eini konsert, ið fer at vera bæði nærverandi og intens. Lena hevur seinasta árið givið út trý løg “State of the Land”, “Aimee” og “The Airport”, og umframt hesi løgini fer hon at framføra sangir úr sína stóra rúgvu so sum “Oh My Lady”, “Oh Brother With The Broken Wing”, “Let Your Scars Dance” umframt mangar aðrar.

Manningin hjá Lenu er Niclas Johannesen á guitar, Jóhannus á Rógvu Joensen á bass, Josva Debes á trummur og Alexander Gaard, ið stendur fyri ljóðinum.

Address

Finastøðin

Stangavegur 23
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

22 Oct 20:30

Price

260 DKK