{{::favorite.title}}
{{::favorite.excerpt}}
Ársins laksatorg verður 23. juli 2022. Stóra familjutiltakið var fyrstu ferð í 2001, og síðani hevur tiltakið ment seg til at vera eitt sera vælumtókt fólksligt tiltak. Undirtøkan er vaksin á hvørjum ári og fleiri tiltøk eru afturvendandi, so sum smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrost og sølutorg við alskyns lutum.
Í 2019 fekk Laksatorgið nýggja staðseting í hugnaliga umhvørvinum niðri á støð á Glyvrum. Økið er væl skipað, strondin er skamt harfrá, neyst liggja framvið umframt snotuligu húsini hjá bátafelagnum.
Les meira á facebook síðuni hjá Laksatorginum: https://www.facebook.com/laskatorgid/
niðri á Støð
625 Glyvrar
Eysturoy
23 Jul 10:00 - 16:00