21 May
Suðuroy
3125 DKK
Verkstovur

Lær at gera lýsingar á facebook

x

Lær at brúka Facebook og Instagram til at marknaðarføra tína fyritøku. 🚀 Heildagsskeiðið er praktiskt. Tú hevur tína egnu teldu við og fært frálæru og vegleiðing í hvussu tú best brúkar Facebook/Instagram sum lýsingarpallar fyri tína fyritøku.
Tú lærir at gera eina góða lýsing, raka rætta málbólkin, eftirmeta hvat riggar, tilrættisleggja títt innihald og seta upp størri lýsingarátøk. Vit hyggja eftir muninum millum at boosta og at brúka Facebook Ads Manager.
Alt í alt fært tú ein góðan amboðskassa til títt arbeiði við at marknaðarføra tína fyritøku á Facebook og Instagram. 🛠
Undirvísari er Jákup Brúsá, ið seinastu 7 árini hevur ráðgivið og undirvíst 100+ føroyskum fyritøkum í effektivari marknaðarførslu á netinum.
Kostnaður fyri allan dagin er 2500 kr u/MVG. Døgurði og kaffi er íroknað.

Address


900 Vágur
Suðuroy

Contact

Website

Date

21 May

Price

prísur 3125 DKK