20 May
Norðoyggjar
Free
Ráðstevnur

Kunningarfundur um ADHD

x
20. mai skipar ADHD felagið fyri kunningarfundi um ADHD. Tiltakið er liður í einari rundferð hjá felagnum, sum miðvíst arbeiðir við at vinna viðurkenning um ADHD millum manna, avvarðandi og fakfólk.
Tiltakið er skipað saman við Klaksvíkar kommunu og er eitt kunningartiltak bæði um ADHD hjá børnum og vaksnum.
Á skránni eru fyrilestrar um børn og ADHD og vaksin og ADHD, har fakfólk frá barnapsykiatriini og psykiatriska deplinum greiða frá. Eisini greiðir eitt foreldur frá lívssøguni við einum barni við ADHD. Umframt at ein vaksin við ADHD greiðir frá síni lívssøgu.
Tiltakið er alment og er ætlað øllum áhugaðum, fólkum við ADHD, avvarðandi og fakfólkum.
Endamálið fyri rundferðini er at kunna um ADHD, soleiðis at øll kunnu vera við til at skapa karmar, ið tryggja trivnað, bata og menning hjá menniskjum við ADHD.
Kunningarfundurin verður í miðhøllini á Skúlatrøð 20. mai, og byrjar kl. 19.00.
Kommunan bjóðar kaffi, te og okkurt afturvið.

Address

Skúlatrøð

Skúlavegur 6
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Contact

Website

Date

20 May 19:00

Price

Free