20 Sep
Vágar
150 DKK
Tónleikur

Konsert við Sóley (IS) & We at Sea (FO/DK)

x

Sóley (IS) + We at Sea (FO/DK) í Gamla skúla í Sørvági

Íslendska sangarinnan Sóley vitjar við spildurnýggjum tilfari, og føroyskt/danski bólkurin We at Sea er á síni fyrstu konsertferð í Føroyum.

Sóley Stéfansdóttir úr Hafnafyrði hevur við sínum myrku, ævintýrakendu sangum seinastu árini ment ein alstóran fylgjaraskara.

Eftir at hava verið við í vælumtókta bólkinum Seabear í fleiri ár, fór Sóley í 2010 undir at menna sína solo karrieru og gav út sína fyrsti EP, sum var ein forsmakkur uppá hugfloygdu, alt-pop ljóðandi fløguna “We sink”, sum kom í 2011. Síðan tá hevur Sóley latið fleiri útgávur úr hondum umframt at hon hevur skrivað nógvan tónleik til bæði sjónleik og film.

Sóley skrivar í løtuni tónleik til nýggja útgávu og á hesari konsertini sleppa vit at vera millum fyrstu áhoyrarar at hoyra hendan tónleikin.

Tit kunnu vænta tykkum eina myrka, óveruliga og eksperimenterandi ferð inn í hugaheimin hjá hesum gátuføra íslendingi.

We at Sea
We at Sea er tónlistaverkætlan hjá føroyskt/donsku Rebekku Søndergaard Mortensen. Tónleikurin er sorgblíður við vøkrum og inniligum søgum. Stóra, kensluborna og nærverandi rødd hennara fær friðin at leggja seg í einari einklari og vakrari ljóðmynd. We at sea fær íblástur frá øðrum norðurlendskum kvinnuligum sangarum og sanskrivarum sum Oh Land, Feist, Ane Brun og Eivør, og hetta hoyrist væl aftur í teirra í teirra droymandi og hugvekjandi úttrykki.

We at Sea er beint nú aktuelt við tveimum singlum, sum javnan eru at hoyra í bæði føroyskum og donskum útvarpi. Á aðrari, Disappear, er Marius Ziska gestasangari.

Address

Gamli Skúli

Skúlabrekka 4
380 Sørvágur
Vágar

Date

20 Sep 20:30 - 22:30

Price

150 DKK

Organiser

PULS Føroyar

(+298) 333455
listastovan@gmail.com