19 Aug
Vágar
100 DKK
Tónleikur

Konsert við JASMIN

x

Konsert við JASMIN á Vesturskin mánadagin 19. august kl. 19

Konsertin verður í SOR-bygninginum, sum er komandi krígssavnið omanfyri flogvøllin í Vágum. Søren Manscher hitar upp.

Kostnaður 100,- á atgongumerki.fo

UM JASMIN

JASMIN er uppá sera stutta tíð vorðin ein av mest umtóktu bólkunum í Føroyum og er nú ávegis út í heim. Í juni 2019 góðu tey teirra fyrstu EP út við heitinum ”I Know It’s Over”.

Bólkurin byrjaði at spæla saman í 2017 har tey sama ár vunnu Sement kappingina. Bólkurin hevur eitt globalt verðinsljóð við einum samantvinningi av soul og elektroniskum poppi. Samstundis dregur bólkurin íblástur úr lívinum í Føroyum, har sirm av myrkari tónum og tráan av og á krýpa inn í ljóðmyndina. Hugtakandi avhendingin og spennið hjá sangarinnuni, Jasmin Mote, gevur tónleiki teirra eina einskilaða og originala rødd, sum víðkar ljóð teirra langt út um føroysku landoddarnar.

UM Søren Manscher

Danski sangskrivarin, Søren Manscher, er búsitandi í Keypmannahavn men er í løtuni staddur í Føroyum her hann spælir konsertir og skrivar sangir saman við ymiskum føroyskum tónleikarum. Søren skrivar skeivar gerandistekstir sum taka støði í forbodnum fantasium um parlag, undarligum privatballum og hvussu man livir “rætt” sum maður og menniskja.

  1. august útgevur hann lagið “Jeg Ser Lagener Blafre i Vinden”, sum hann eitt nú fer at framføra á heyst-turné, sum upphitin fyri kenda danska tónleikaran Søren Huss.

Skrá/Program

Skráin fyri Vesturskin kann síggjast her: issuu.com/vesturskin

See the full program for the culture week “Vesturskin” here: issuu.com/vesturskin/en

Address

SOR building by the airport
380 Sørvágur
Vágar

Date

19 Aug 19:00

Price

100 DKK