03 Sep
Eysturoy
320 DKK
Tónleikur
Festivalar

Konsert við Eivør í Mentanarhúsinum

x
Á Mentanardøgunum í Fuglafirði eru altíð góðar og spennandi konsertir, og tí frøist Mentanarhúsið um at kunna bjóða hesa heilt serstaku konsert við Eivør fram fríggjakvøldið 3. september kl. 22.
Konsertin verður ein av tveimum konsertum, sum verða í Føroyum, áðrenn Eivør fer á altjóða konsertferð seinni í september.
Í september 2020 kom fløgan Segl hjá Eivør út. Eftir ætlan skuldi Eivør á stóra Europa turne, men orsaka av koronu bleiv alt avlýst, uttan konsertirnar í Norðurlandahúsinum. Aftaná konsertina í Norðurlandahúsinum skrivaði ummælari soleiðið: “Eivør-konsertin er meira enn flottur sangur og tónar framførdir av landsins dugnaligastu tónleikarum. Eivør er so nógv meira enn tað. Tað eru litirnir, flotta ljósseting, perfekta ljóðið og vinsæla aura Eivarar, ið skapa eina heilstoypta uppliving”
Nú fáa vit so aftur høvi at hoyra Eivør við bólki m.a. framføra tilfar av Segl, tá Eivør fríggjadagin tann 3. september kl. 22.00 fer á pallin í Mentanarhúsinum. Við sær á pallin hevur hon ein sterkan bólk, mannaður av Mikael Blak, Mattiasi Kapnas og Jan Rúna Poulsen.
Eivør fer at framføra løg av nýggjast útgávuni, og umframt tað verður eisini eitt úrval av hennara eldru sangum at hoyra. Konsertin verður eftir ætlan ein av mongum konsertum í 2021, har Eivør við bólki serliga fer at framføra tilfar av nýggjastu fløguni – tilfar, ið hevur bíða eitt heilt ár eftir veruliga at sleppa at fáa luft undir veingirnar ella vind í seglið.

 

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

03 Sep 22:00

Price

320 DKK