13 Aug
Eysturoy
150 DKK
Tónleikur

Klingra í Tøting

x

Hóast Klingra mest má roknast sum ein föroysk verkætlan, sprettur bólkurin úr prísvinnandi norðurlendska bólkinum Afenginn. Tá bólkurin Afenginn fóru í holt við at skriva og innspæla tónleik til seinastu flöguna, valdu tey at samstarva við fleiri föroyskar tónleikarar.
Úrlsitið gjördist flögan Klingra. Tónleikurin er sera væl móttikin og hevur verið framfördur í Australia, Russlandi, Europa og USA. Eisini vann Klingra 2 FMA virðislönir í 2020, bæði fyri bestu flögu (í opna bólkinum) og besta tekst.
Úrslitið gjördist tó ikki bert flögan Klingra, men seinni eisini bólkurin Klingra. Tí samstarvið millum Afenginn og föroyingarnar skuldi vísa seg so væleyðna, at tey valdu at stovnað bólkin Klingra.
Tónleikurin og tekstirnir (á föroyskum) eru nágreiniliga lagdir til rættis, í eini roynd at skapa eitt listarligt rúm, sum bæði er komplekst og kensluborið.
Klassisk og elektronisk ljóðlandslög blandast við orkufyltum rokki í langum samanhangandi brotum, sum náttúrliga fara frá ambietari skroypiligari minimalismu til stór orku útbrot meðan rörandi tónalög vevjast inn í kompleks mynstur
Limirnir í bólkinum eru tónleikarar við nógvum royndum fra bólkum sum t.d. Jack White, Savage Rose, Afenginn og Teitur.
Manning
Kim Rafael Nyberg:
Keyboards og mandolin.
Dánjal á Neystabö:
Tangentar og syngur
Mikael Blak:
Elektronik, keyboards og bass
Heðin Ziska Davidsen:
Elektronikk og Guitar
Maggie Björklund:
Pedal Steel Guitar.

Address

Tøting

Við Júksnará 9
513 Syðrugøta
Eysturoy

Date

13 Aug 21:00

Price

Limir 100 kr. 150 DKK