23 Oct
Norðoyggjar
500 DKK
Verkstovur

KLÆÐISPRENT Leygardagur "á Fossánesi".

x

Øll amboð og alt tilfar, sum luttakararnir brúka í arbeiðinum á verkstovuni, standa klár frá byrjan t.v.s. skurðtilfar, amboð, svertur í fleiri litum, royndarklæði, tvey berinet og óavmarkað royndarpappír.

Luttakarin hevur eisini sjálvur klæði við, sum prentað verður á. Tað kann til dømis vera ym. pløgg so sum, t-shirt, skjúrtu, seingjaklæðir o.a… “brúkt sum nýtt”.

Tó kann meturvøra, berinet og hágóðskuprentørk at prenta á eisini keypast á verkstovuni.

Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.

Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.

Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum, men hav ein lættan frokostmatpakka við sjálv/ur.

Ver í arbeiðsklæðum.

(Tilmelding er neyðug)

“Verkstovan er samstarv millum LITBRIGDI og Kvøldskúlan í Hvannasunds Kommunu”

Address

Norðdepil


730 Norðdepil
Norðoyggjar

Contact

Website

Date

23 Oct 11:00 - 17:00

Price

Vaksin 500 DKK