26 Oct
Norðoyggjar
395 DKK
Matur & Drekka
Ítróttur

KÍ ársveitsla

x

Aftur í ár samlast vit um Klaksvíkar Ítróttarfelag til eina stórsligna ársveitslu í Batmintonhøllini tann 26. okt.
Vit spíla okkum út og gera nógv burtur úr góða árinum hjá bæði monnum og ikki minst kvinnunum.

Verturin til veitsluna verður eingin annar enn Rudolf Joensen sum uttan iva klárar at fáa okkum øll í góðan hýr.

Vit koma ikki at sita svong, tí Gepetto kemur at borðreiða eina leskiliga 3-rættaða matarskrá.

Á pallinum koma tit at uppliva undirhald og Dynamit Hit! eisini verður ymiskt annað sum vit ikki fara at avdúka her.

Myndaboks verður í høllini har tit kunnu ogna tykkum eina stuttliga mynd sum minni frá veitsluni.

Sjálvandi verður dentur lagdur á fótbóltsárið har høvuðsvenjarin hjá Betri Monnum Mikkjal Thomasen kemur at taka saman um. Vit fara eisini at heiðra bestu leikararnar hjá monnum og kvinnum.

KÍ Kvinnurnar eru aftur Føroyameistarar og tær skulu heiðrast fyri sítt megnar avrik.

Mennirnir koma at spæla um FM heilt til sísta bríksl og vónirnar eru sjálvsagt at hettar gerst ein sann GULL veitsla eftir 20 ár!

At enda spæla Fourmenh til dans og DJ-Cool vendir plátum.

Address

Badminton Høllin

Bøgøta 9
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

26 Oct 19:00

Price

395 DKK

Organiser