29 Jan
Norðoyggjar
445 DKK
Matur & Drekka
Ítróttur

KÍ ársveitsla

x

Klaksvíkar Ítróttarfelag skipar aftur fyri ársveitslu, eftir at eingin veitsla var í fjør.Veitslan verður í Badmintonhøllini leygarkvøldið 29. januar, og í løtuni fyrireikar ein bólkur veitsluna.

Vegna koronu var eingin ársveitsla í 2020, og veitslan sum skuldi verða síðsta leygarkvøldið í oktobur 2021, varð útsett vegna korona. Ístaðin spílar felagið seg veruliga út við eini rimmar veitslu tann 29. januar 2022, og lata dyrnar til Badmintonhøllina upp fyri glaðum fólki í veitsluhýri, har eingin annar enn heimskendi, argjamaðurin, Tróndur Arge, býður vælkomin og leiðir borðhaldið, meðan Árni Müller og hansara Gepetto borðreiða við leskiligari matskrá við trimum rættum.

Undir borðhaldinum verða gestarøðari og undirhald, eins og ársins leikarar hjá kvinnum og monnum skulu heiðrast. Og tá øll eru mett og vælsett, ræður um at finna dansiskógvarnar fram, tí tá taka dansibólkurin, Fourmenn og DJ-Cool yvir og seta lív í dansigólvið.

 

Address

Badminton Høllin

Bøgøta 9
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

29 Jan

Price

445 DKK