21 Jun
Nólsoy
160 DKK
Tónleikur

Kári Sverrisson og Hans Jacob Kolslíð

x

Kári og Hans Jacob hava spælt tónleik saman, síðani teir gingu í studentaskúlanum við Gøtugjógv síðst í áttati- og fyrst í nítiárunum. Beint fyri jól í fjør góvu teir út fløguna “Eystanduni”. Á fløguni eru 12 nýggj løg, sum teir hava gjørt til yrkingar úr savninum Eystanduni, ið H.D. Joensen týddi og gav út í sjeytiárunum. Yrkingarnar stava frá sonevnda T’ang tíðarskeiðinum í Kina, ið vardi frá 7. til 9. øld. Hetta er aðru ferð, at teir nýta yrkingar úr hesum savni. Fyrru ferð var í 1992, tá ið teir fóru undir sangirnar, ið komu út á fløguni ”Dreymaspøl.” Umframt sangir av hesum báðum útgávum, spæla Kári og Hans Jacob sangir, ið teir hava givið út hvør sær.

Kári og Hansj Jacob hava góðar menn afturat sær tá teir vitja Maggies.
Gwendolyn Blaga Philbrow, sello; Óli á Grindaflótti, tangentar; Sámal M. Johannesen, bass og Harald Fonsdal Johannesen, trummur.

Konsertin er kl. 20.00 og atgongumerki kunnu keypast her á síðuni.

Address

Válagøta 26
270 Nólsoy
Nólsoy

Date

21 Jun 20:00 - 22:00

Price

160 dkk 160 DKK