05 Aug
Norðoyggjar
350 DKK
Matur & Drekka
Søga & arvur
Náttúra & uttandura

Kalsoyggin fagnar livandi tilfeingi!

x

Hósdagin, 9.august, verður Kalsoyggin karmur um serstakan oyggjadag, har vit savna okkum um staðbundna mat- og listahandverkið.

Søguliga hevur oyggin verið tiltikin fyri gott handverk, og hesin mentanararvur livir enn í besta blóma. Á Trøllanesi er víðagitna jarnsmiðjan hjá feðgunum Mikkjali og Jóhannus, og í Syðradali er verkstaðurin hjá hámetta handarbeiðslæraranum, Paulinu Eliassen. Viðvíkjandi matframleiðslu er Kalsoyggin eisini fyrimyndarlig. Í øllum bygdunum eru raskir bøndur, ið framleiða og selja alt frá kjøtpylsu og gásalivurpostei til rabarbusaft og hvannsalt.

Skráin fyri dagin:
Kl. 10.00 Erla Kongsdóttir siglir úr Klaksvík til Syðradals
Kl. 10.30 Bussurin koyrir úr Syðradali til Húsar
Kl. 10.40 Matur sum ferðaminni: Framløga uttanfyri løggilda køkin hjá M/B Viljin á Húsum
Kl. 11.00 Urtasmiðjan á Húsum
Kl. 12.00 Bussurin koyrir av Húsum til Trøllanesar
Kl. 12.25 Frá bónda til borðs: Staðbundin miðmáli og vitjan í Smiðjuni á Trøllanesi
Kl. 13.20 Bussurin koyrir av Trøllanesi til Mikladals
Kl. 13.35 Gongutúrur og staðbundin lambssúpan frá Eðge í Mikladali
kl. 14.45 Bussurin koyrir úr Mikladali til Syðradals
kl. 15.10 Handverk og søga: Vitjan hjá Paulinu Eliasen í Syðradali
kl. 16.30 Erla Kongsdóttir siglir úr Syðradali til Klaksvíkar

Luttøkan er avmarkað til 50 fólk, og tilmelding fer fram við at senda okkum eini boð til utoyggj@gmail.com.

Kostnaður fyri luttøku er 350,-. Luttøkugjaldið fevnir um tiltøk, mat og buss á Kalsoynni. Gjaldið fevnir ikki um ferðaseðlar

Address

Kalsoy


795 Syðradalur K
Norðoyggjar

Date

05 Aug

Price

Kostnaður fyri luttøku 350 DKK

Organiser

Útoyggjafelagið

Website
(+298) 292592
utoyggj@gmail.com