04 Dec
Tórshavn (capital)
100 DKK
Tónleikur
Matur & Drekka

Jólatónar og jólagómar

x
Klassisk jólakonsert við tónleikaúrmælingum av kongaliga danska musikkonservatoriinum. Atgongumerkið er íroknað gløgg og mandlurís frá Systrar.

Áðrenn konsertina siga tónleikararnir Ramez Mhaanna (klaver) og Kern Westerberg (violin) eitt sindur frá um tónleikin, ímeðan áhoyrararnir kunnu njóta okkurt jólaligt undir góman frá Systrar.

19.30 – Borðreitt verður við gløgg og mandlurísi í Systrar (íroknað atgongumerkjaprísin)

19.45 – Ramez og Kern siga frá um tónleikin í kaféini

20.00 – Konsert í Klingruni

Ein klaver- og violinduo er ein heilt serlig samanseting, har tveir sera ymiskir ljóðheimir sameinst í einum nærverandi og kraftamiklum dialogi. Tveir danskir klassiskir tónleikarar, sum báðir ganga á háttvirdu solistútbúgvingini hjá Kongaliga Danska Musikkkonservatoriinum, spæla nøkur verk úr tí overstóra repertoirinum, sum er skrivað til júst hetta slagi av tónleikabólki.

Á skránni til hesa eru 2 sonatur eftir ávikavist Beethovan og Debussy, soloverk eftir Bach og Prokofiev og sjálvandi góður jólatónleikur.

Bæði violinisturin Kern Westerberg og Pianisturin Ramez Mhaanna hava vunnið fleiri virðislønir so sum Sonning Talentpris og klassisku tónleikavirðislønina hjá Berlingske Tidende. Teir eru báðir virknir kamartónleikarar og solistar í m.a. Danmark, Kina og í Russlandi.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

04 Dec 19:30

Price

Vanligt 100 DKK