15 Dec
Eysturoy
Free
Annað

Jólaskipið vitjar í Runavík

x

Jólaskipið kemur á Runavík sunnudag 15. desember
Nú hava vit frætt frá skipara og manning umborð á jólaskipinum.  Skipið er tíverri seinkað. Jólamenninir hava boða frá at teir  koma til Runavíkar sunnudagin uml. kl. 15:00.

Jólamenninir ætla at syngja nakrar jólasangir saman við børnum, og helst hava teir okkurt gott við til børnini. Barnakórið úr Nebo og hornorkestið luttaka.

Í doktaragarðinum hevur Anette Sonne sett upp eina  forkunnuga jólaframsýning har tit kunna síggja smiðjuna hjá Jólamanninum og barnakamari hjá langommu, framsýningin verður líka til fyrst í januar.

Øll vitjandi fáa ókeypis bollar og heitt kakao.

Í samband við tiltakið verður Gulasteinsvegur sperraður frá Berglon til vegamótið á Fjøruvegi, meðan tiltakið er.

Address


600 Saltangará
Eysturoy

Contact

Website

Date

15 Dec 15:00

Price

Free