08 Dec
Eysturoy
299 DKK
Tónleikur

Jól við Løkin

x
Árliga jólakonsertin í Løkshøll, Jól við Løkin, verður 7.-8. desember.
Fantastiskt húsorkestur, einastandandi solistar og ein pallmynd uttan líka – hetta kundu uttan iva verið nøkur lýsingarorð um jólakonsertina, sum sera nógv hava gjørt til ein part av síni jólasiðvenju.
Kunngjørt verður leypandi um hvør kemur at luttaka á ársins jólakonsert.
Atgongumerkjasølan letur upp 1. november kl. 18, og tá verða fyrstu nøvnini eisini kunngjørd.

Address

Løkshøll

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

08 Dec 20:00

Price

kr. 299 DKK