24 Nov - 02 Jan
Sandoy
Free
Annað

Jól í Sandoyar Sýslu 2019

x

Jól í Sandoyar Sýslu 2019 (yvirlit)

Tógvhandilin CAKAO hevur opið mán.-frí. kl.13-18 og ley. kl.11-15.
Føroya Grótvirki hevur opið mán.-frí. kl.08-16.
Búrhandilin hevur opið mán- frí. kl.09-19, ley. kl.10-19, og sun. kl.16-19.
Á-handilin hevur opið mán-frí. kl. 09-19, ley. kl 10-19 og sun. kl. 16-19.
Magnstøðin Á Sandi hevur opið mán.-frí. kl.8.30-22, leyg. kl.8-22, sun. kl.8-11 og aftur kl.14-22. Tó er opið 22.  kl. 16-20, og 23. desembur kl. 09-22.
Hjá Rólant hevur opið mán.-frí. kl.9-17.30, leyg. kl.10-16 og sunnudag er stongt.
Uttastovugarðurin v/ Ottar Hentze hevur Sølubúð við Sjálvtøku, sum altíð er opin, niðri við vegin.
Jólaskipini sum koma inn á Sandi og í Skálavík vera lýst seinni – hetta avhongur av hvussu viðrar.
.
Sunnudagin 24. Novembur
  • Kl.16: Árliga Jólastovan í Ungmannafelagið Samljóð Ymisk søluborð, Tombola, søla av kaffi/te og mandlurís. Einans kontant søla. Jólamenn koma á vitjan og børnini fáa pakka.

Hósdagin 28. Novembur

  • Kl.19: B71 bjóðar til gott jólabingo í Ítróttarhøllini inni í Dal
Fríggjadagin 29. Novembur
Leygardagin 30. Novembur
Sunnudagin 1. Desembur – 1. Sunnudagur í advent
  • Kl. 12.00: Húsavíkar kirkja, Havstein Klein, messa.
Talvan gongur í øllum kirkjum í Sandoyar prestagjaldi fyri Hina føroysku sjómanskirkjuna.
  • Kl.14-16: Listasavnið á Sandi hevur opið, vit gera jólaklipp við børnunum. Børn syngja jólasangir og jólasøga verður fortald. Broyting!! avlýst!!!
  • Kl.16-19: Búrhandilin hevur opið. Árliga jólakappingin byrjar. Nærri fæst at vita í handlinum. Navia pløgg vera víst fram allan desembur mánaðin.
  • Kl. 16-19: Á-handilin hevur opið.
  • Kl.16: verður Jólatræðið í Skopun tendrað, Havstein Klein prestur talar. Børnini fáa pakka og jólamennirnir vera til staðar.
  • Kl.16-19: Diduhúsið í Skopun hevur opið. Ókeypis kaffi og okkurt gott afturvið til øll.
  • Kl. 17.00: Jólatræið á Sandi verður tendrað, Havstein Klein prestur talar.Aftaná verða kaffi, kakao, bollar o.a, at fáa á ovaru hædd á Bókasavninum. BROYTING!!!! Av serligum umstøðum verður tendran av jólatrænum og jólabygdini útsett, lýst verður seinni nær tað verður tendra. Vinarliga Sands Kommuna

    Í samband við tiltakið selur Lions Club Tindur kalendarar og jóladekoratiónir. Peningurin fer óskerdur til vælgerandi endamál.

  • Kl. 18.30: Jólatræið í Skálavík verður tendrað, Havstein Klein prestur talar.
  • Kl.19.00: Aftankvirra í Skálavíkar kirkju, Heini Lützen syngur. Andakt við Havsteini Klein presti. Aftaná verður bjóðað til drekkamunn í Ungmannafelagið Keldan, Skálavík

Hósdagin 5. Desembur

  • Kl.18.00: Jólatræið og  jólabygdin verða tendrað á Ljósafløtti. Havstein Klein, prestur, talar. Aftaná verða kaffi, kakao, bollar o.a, at fáa á ovaru hædd á Bókasavninum. Øll eru hjartaliga vælkomin.
  • Kl.19.00: Verður gott Jólabingo í Samljóð í Skopun. Nógvir góðir vinningar. Plátur verða brúktar.

Fríggjadagin 6. Desembur

Leygardagin 7. Desembur
  • Kl. 10-19: Á-handilin hevur opið. Jólamarknaður av barnaklæðum og skóm. Merkjavørur fyri spottprísir. Eisini bjóða vit kaffi og smákøkur.
  • Kl. 10-19: Búrhandilin hevur opið.
  • Kl.10-16: handilin Hjá Rólant hevur opið.
  • Kl.10-15: Klædnabúðin í Skálavík hevur lagursølu í Kelduni, Skálavík. Fyll posan fyri 250,- einans reiðan pening!
  • Kl.13-17: Familjuhugni á Føroya Grótvirki. Kom og ger tína egnu jóladekoratión. Jólamenn vera á staðnum. Nógv gott verður til matna. Tiltakið er fyri øll og fólk vera á staðnum til at leggja lag á. Meir verður lýst seinni.
  • Kl.16-02: Caféin á Mølini í Skálavík hevur opið.
Sunnudagin 8. Desembur – 2. Sunnudagur í advent
  • Kl.12: Messa í Skúvoyar Kirkju, Havstein Klein.
  • Kl.14.30: Sunnudagsskúli í Missiónshúsinum á Sandi.
  • Kl.14-16: Listasavnið á Sandi, lesur Vár B. Jacobsen jólasøgu hjá Astrid Lindgren á Listasavninum. Vit bjóða heimabakaðar køkur og gera ein flottan jólaeingil.
  • Kl.15: Veltan hevur tiltak í tunnlinum á Sandi – Broyting!!! Avlýst!!!
  • Kl. 16-19: Á-handilin hevur opið.
  • Kl.16-19: Búrhandilin hevur opið og bjóðar kaffi og ris a la mandel.
  • Kl.17: Jólatræið í Húsavík verður tendrað, Havstein Klein prestur talar.
  • Kl.18: Jólatræið í Dali verður tendrað, Havstein prestur talar.
  • Kl.18: Møti við Annu og Kristiani á Reynatrøð úr Leirvík í Missiónshúsinum á Sandi
Frá mán. 9. desembur – frí. 13. desembur
Barnakapping: Finn reinsdjórini hjá Jólamanninum sum hava goymt seg í Búrhandlinum. Hjálp Jólamanninum at finna tey. Vinnarin verður funnin fríggjadagin 13. Desembur kl.17 og fær beinleiðis boð.
  • Frá Hós. 12. Desembur- Sun. 15. Desembur fer Mat & Moldmentanarháskúlin at hava bakarí Hjá Anfinni- meir kunning kemur seinni á www.moldmentan.fo
  • Kl. 09-19: Á-handilin hevur opið. 13. desembur er gløgg og kaffi frá kl. 16-19.
  • Kl.09-19: Búrhandilin hevur opið.
Leygardagin 14. Desembur
Sunnudagin 15. Desembur- 3. Sunnudagur í advent
  • Kl. 11: Húsið Vón hevur jóla familjuløtu.
  • Kl.12: Dals Kirkja, Havstein Klein, Útvarp KVF vitjar.
  • Kl.15: Jólakonsert við Reg & Andreas á Caféin á Mølini í Skálavík – Caféin er opin frá kl.14.
  • Kl.16: Jólafest fyri børn í Missiónshúsinum á Sandi.
  • Kl. 16: Jólamennirnir vitja í Skálavík og koyra runt bygdina í jólabilinum og brandbilinum við jólapakkum.
  • Kl.16-19: Búrhandilin hevur opið.
  • Kl. 16-19: Á-handilin hevur opið.
  • Kl.17: Vit syngja jólini inn í Sands Kirkju.
  • Kl. 19: Jólahugni á Keldu í Skálavík. Jólamennirnir, BUBU, eins og Poul Jákup og Eyðstein undirhalda. Vit borðreiða við lasagnu og sodavatn, dansa og syngja jólasangir og øll tey fittu børnini fáa jólapakka.
Mánadagin 16. Desembur
Týsdagin 17. Desembur
Mikudagin 18. Desembur
Hósdagin 19. Desembur
  • Kl.9-20: handilin Hjá Rólant hevur opið.
  • Kl.9-20: Búrhandilin hevur opið.
  • Kl. 9-20: Á-handilin hevur opið.
  • Kl.19.00: Jólakonsert í Skopunar kirkju: Elin Petersen, Hjørdis Jentoftsdóttir Thomsen og Birna í Hjøllum Hentze syngja.
Fríggjadagin 20. Desembur
Leygardagin 21. Desembur
  • Kl.8-22: Magnstøðin Á Sandi hevur opið- vit selja morgunbreyð.
  • Kl.10-20: handilin Hjá Rólant hevur opið.
  • Kl.10-20: Búrhandilin hevur opið. Kl.14-17: verður bjóðað kaffi og okkurt gott afturvið.
  • Kl. 10-20: Á-handilin hevur opið. Vit bjóða smákøkur og kaffi frá kl. 14-17.
Sunnudagin 22. Desembur- 4. Sunnudagur í advent
  • Kl.16-20: Búrhandilin hevur opið.
  • Kl. 16-20: Á-handilin hevur opið. Jólamaðurin vitjar kl. 17. Eisini syngur Sámal Hanni jólasangir.
  • Kl.16-18: Listasavnið á Sandi, lesur Vár B. Jacobsen jólasøgu hjá Astrid Lindgren á Listasavninum. Vit bjóða heimabakaðar køkur og gera ein flottan jólaeingil.
  • Kl.8-11: Magnstøðin Á Sandi selur morgunbreyð og kl.14-22 er opið sum vanligt.
  • Kl.14-20: handilin Hjá Rólant hevur opið.
Mánadagin 23. Desembur- Tollaksmessudagur
  • Kl.8-22: Magnstøðin Á Sandi hevur opið.
  • Kl.9-22: hevur Búrhandilin opið. Jólamaðurin vitjar kl.16.30.
  • Kl. 9-22: Á-handilin hevur opið.
  • Kl.9-22: handilin Hjá Rólant hevur opið.
Týsdagin 24. Desembur- Jólaaftan
  • Kl.8-14: Magnstøðin Á Sandi hevur opið og selur morgunbreyð.
  • Kl.16: Húsavíkar kirkja, Havstein Klein.
  • Kl.18: Sands kirkja, Havstein Klein.
  • Kl.18: Skálavíkar kirkja, Jákup Reinert Hansen.
Mikudagin 25. Desembur- Jóladag
  • Kl.12: Dals kirkja Jákup Reinert Hansen.
  • Kl.12: Skálavíkar kirkja, Havstein Klein.
  • Kl. 12: Húsið Vón hevur jólamøti
  • Kl.18: Skopunar kirkja, Havstein Klein.
Hósdagin 26. Desembur- 2. Jóladag
  • Kl.8-11: Magnstøðin Á Sandi selur morgunbreyð og kl.14-22 er opið sum vanligt.
  • Kl.12: Dals kirkja, Havstein Klein.
  • Kl.16-19: Búrhandilin hevur opið.
  • Kl. 16-19: Á-handilin hevur opið.
Fríggjadagin 27. Desembur
Leygardagin 28. Desembur
Sunnudagin 29. Desembur
Mánadagin 30. Desembur
  • Kl.8-22: Magnstøðin Á Sandi hevur opið.
  • Kl. 9-19: Á-handilin hevur opið.
  • Kl. 9-19: Búrhandilin hevur opið.
Týsdagin 31. Desembur- Nýggjársaftan
  • Kl.8-16: Magnstøðin Á Sandi hevur opið.
  • Kl. 10-14: Á-handilin hevur opið.
  • Kl. 10-14: Búrhandilin hevur opið.
  • Kl. 11.00: Gangi-/renntúrur. Aftur í ár byrja vit ársins síðsta dag við einum gangi-/rennitúri til Søltuvíkar. Vit hittast á parkeringsplássinum við Sands Skúla kl. 11.00.
  • Kl.17.00: Skopunar kirkja, Havstein Klein.
Mikudagin 1. Januar- Nýggjársdag
  • Kl.14-22: Magnstøðin Á Sandi hevur opið.
Hósdagin 2. Januar
  • Kl.8-22: Magnstøðin Á Sandi hevur opið.
**Mynd: Valentino Acierno**

Address

Sandoy


210 Sandur
Sandoy

Contact

Website

Date

24 Nov - 02 Jan Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
Sun

Price

Free