23 May
Eysturoy
845 - 895 DKK
Náttúra & uttandura

IPP1 kajakkskeið

x

Vilt tú vita um havkajakk-rógving er nakað fyri teg? Ella hevur tú róð eitt sindur og vilt læra grundleggjandi teknikkir, sum hjálpa tær at blíva ein betri kajakkrógvari? So er hetta vælumtókta IPP1 skeiðið til tín! Børn 10-15 ár eru vælkomin saman við foreldrum/vaksnum.
Kajakk.fo og Fuglafjarðar kajakkfelag skipa fyri byrjunarskeið IPP1 + bjargingar í Fuglafirði sunnudagin 23. mai kl 9:00
Skeiðið lagar seg eftir IPP1 støði og er útbygt við bjargingum.
Kostnaður kr. 895, fyri limir í FKF kr. 845.
Stað: Vit hittast við Mentanarhúsið – beint við sandin í Fuglafirði
Meldið tykkum til við at skriva boð til Fuglafjarðar kajakkfelag á Messenger ella at ringa á tlf 788393
Gjøgnum upplivingar, lítil spøl og túrrógving fært tú vegleiðing, so tú verður trygg/ur á sjónum. Á hesum 5-6 tímar skeiðinum venja vit grundleggjandi teknikkir og læra at handfara kajakkina á tryggan hátt.

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

23 May 09:00 - 15:00

Price

ikki-limir 895 DKK

Limir í FKF 845 DKK

Organiser

Fuglafjarðar kajakkfelag - FKF

(+298) 788393
fuglakajakk@gmail.com