22 Oct
Eysturoy
100 DKK
Tónleikur

Heysttónar við Biritu Poulsen, Brazauskas og Gobbini

x

Í oktober kemur Birita Poulsen at hava konsert við Zilvinas Brasauskas (klarinett) og Matteo Gobbini (klaver) og á skránni er eitt nýtt, forvitnisligt verk eftir Sunleif Rasmussen. Talan er um sjey løg fyri Sopran, Klaver og Klarinett við yrkingum eftir Oddfríða Marner Rasmussen.

Síðani fyrsti sangurin varð frumframførdur á FMA í Norðurlandahúsinum í 2019 hevur Sunleif lagt seks afturat honum, alt til yrkingar úr seinnu helvt av yrkingasavninum “Innantannaskríggj” sum Oddfríður lat úr hondum í 1995. Savnandi heitið fyri verkið er “Kærleiki” og verður frumframført í hesi konsertrøðini.

Tey trý sum skulu trína á pall hittust á tónlistaskúlanum Hanns Eisler í Berlin, og hava seinastu árini framført javnan har. Á skránni hesa konsertina verða eisini verk eftir m.a. Franz Schubert og Gustav Mahler og soleiðis verður borðreitt við bæði útlendskum og Føroyskum eins og nýggjum og gomlum tónleiki.

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

22 Oct 20:00

Price

100 DKK