11 Oct
Sandoy
1400 DKK
Myndlist

Heystskeið: Tekna heystplantur 11-12 okt.

x

 Vakra heystið við skiftandi litunum er komið og tað mugu vit gera okkum dælt av – árstíðin við tess vakurleika má teknast!

Árstíðirnar koma og fara, tað vita vit. Tí er tað so fantastiskt at kunna mála og tekna og krutla allan vakurleikan niður á pappír – at hyggja aftur á, tá ið myrkrið kemur aftur.

Í 2 dagar fara vit, saman við listamanni Jón Sonna Jensen, at tekna plantur!

Vit fara millum annað at:

Práta um blómur og plantuvøkstur sum part av visuellu mentanini í Føroyum (í t.d. brodering og binding)
‘Ferðast’ heimin runt í plantumyndum – frá Japan til Hollands – Hvussu hava (lista)fólk avmyndað blómur og aðrar plantur kring heimin?
‘Ferðast’ í tíð – Hvussu hava vit avmyndað blómur og plantur fyrr, fyrr fyrr, fyrr fyrr fyrr, og hvussu er nú?
Vit hyggja at listarligum plantumyndum og dokumenterandi plantumyndum
Vit hyggja at postalínlist, málningalist, skulpturum, tekningum og broderingum
MEN allar mest fara vit sjálvsagt at tekna.

Á skeiðnum verður arbeitt við nógvum ymiskum amboðum:

  • Blýantum og koliLitblýantum

  • Vatnlitum

  • Pennum

  • Tussjum

  • Skitsuteknikki

  • Nær- og fjarmyndum

  • Mynstri

  • Kreativiteti

Skeiðið er skipað eitt sindur sum felagsundirvísing, men meginparturin verður ein til ein. Og øll eru vælkomin, roynd sum óroynd.

Lærari: Jón Sonni Jensen (lesast kann meira um Jón Sonna: www.jonsonnijensen.com

Dato: 11. – 12. oktober 2021

Tíðspunkt: Allir dagar byrja við morgunmati kl. 08.15, síðani undirvísing til kl. 15:30. Les meira um gerandisdagin á háskúlanum her.

Støði: Grundskeið

Longd: 2 dagar

Næmingatal: 14

Upptøkutreytir: Ongar. Øll eru vælkomin

Prísur: 1.400 kr pr persón (við í prísinum er tilfar, skeiðsluttøka, gisting á Ísansgarði, lekkur matur og deiligt kaffi. Les um vistarhald á Mat & Moldháskúlanum her). Vit hava eisini 4 pláss til sølu uttan gisting, hesi kosta 1.100 kr.

 

UM JÓN SONNA JENSEN

Jón Sonni Jensen er 31 ára gamal og úr Vestmanna. Hann hevur eina Bachelor útbúgving innan Myndlist – BA (Hons) Fine Art – úr Norwich, Onglandi, har hann las frá 2009-2012. Síðan tá hevur hann búð í Føroyum og gjørt vart við seg á myndlistaliga, kreativa og grafiska pallinum. Jón Sonni hevur eina ørgrynnu av royndum. Hann arbeiðir sum myndlistamaður og grafikari til dagligt, og hevur nógvar royndir:

  • Myndlist (egið virksemi)

  • Framsýningar (í Føroyum og uttanlanda)

  • Kuratering (m.a. av Várframsýningum og Ólavsøkuframsýning í Listasavni Føroya)

  • Innandurað sniðgeving (Ungdómshús í Vestmanna og Vági, Sirkus í Havn og Blábar í Havn)

  • Grafiskt snið (grafiskir samleikar, plátuútgávur, búmerkir, lýsingaátøk, ráðstevnur osfr.)

  • Frálæru í myndlist (í Lítlaskúla í Havn)

  • Frálæru í grafikki (á Glasi)

  • Myndprýðing av bókum (barnabøkur, skaldsøgur og yrkingasøvn)

  • Skeið (Summarnám í Margarinfabrikkini og Heystfagnaður á Listasavni Føroya)

Vitja heimsíðuna hjá Jón Sonna, og síggj meira um hansara royndir og list á: www.jonsonnijensen.com

Address

Mat & Moldmentanarháskúlin

Heimasandsvegur 117
210 Sandur
Sandoy

Date

11 Oct

Price

1400 DKK