05 Oct - 06 Oct
Tórshavn (capital)
625 DKK
Verkstovur

Hekkliverksstova: Molla Mills (FI)

x
Økolist: Heimskendi finski sniðgevin og hekklikonan Molla Mills kemur til Føroyar

Heimskendi finski sniðgevin og hekklikonan Molla Mills kemur til Føroyar at skipa fyri eini verkstovu við denti á burðardyggum tilfari. Molla Mills er ein undangongu kona innan hekkling, og stórur áhugi er fyri hennara nýmótans og nýskapandi hondarbeiði. Burðardygd er ein týdningarmikil partur av hennara sjaldsomu og sera vøkru sniðgeving.

 Í sambandi við, at Molla Mills vitjar Norðurlandahúsið í oktober í ár, heldur hon tvær verkstovur á 4 tímar. Fyrra verkstovan verður leygardagin 5. oktober frá kl. 13 til 17 og tann seinna verður 6. oktober eisini frá kl. 13 til 17.

Prísurin fyri hvørja verkstovu er kr. 625,00 kr, íroknað er kaffi og frukt, men ikki tilfar og amboð. Nærri upplýsingar um tilfar kemur seinni.

 https://mollamills.com/

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

5 Oct 2019 13:00 - 17:00
6 Oct 2019 13:00 - 17:00

Price

Vanligt 625 DKK