02 Oct
Eysturoy
100 DKK
Tónleikur

Oratoriið Árstíðirnar hjá Joseph Haydn

x
Leygardagin 2. oktober kl. 16 verður Mentanarhúsið karmur um eina framúr tónleikauppliving, tá Havnarkórið, undir leiðslu av Leif Hansen, og eitt úrvalsorkestur, undir leiðslu av Sámali Petersen, fara at framføra stórverkið Árstíðirnar!
Oratoriið Árstíðinar hjá Joseph Haydn varð frumframført 24 apríl 1801 í Wien. Tað hevur verið framført runt um allan heim hesi góðu 200 árini síðani, men tað er fyrstu ferð, at verkið verður framført í Føroyum!
Verkið lýsir árstíðinar gjøgnum hendingar úti á landinum, og undirskilt er tað menniskjalívið sum verður lýst.
Verkið ber fram ímóti opinberingini av tí æviga várinum, sum tey trúgvandi hava í væntu.
Solistar: Hallveig Rúnarsdóttir, sopran Eyjólfur Eyjólfsson, tenor Jóhann Kristinsson, bass
Konsertmeistari: Sámal Petersen Dirigentur Leif Hansen

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

02 Oct 16:00

Price

100 DKK