08 Nov - 16 Nov
Tórshavn (capital)
200 - 325 DKK
Palllist

Hamlet

x
Føroyski leikbólkurin Det Ferösche Compagnie (DFC) pallsetur leikverkið Hamlet eftir William Shakespeare í samstarvi við Norðurlandahúsið.

Hamlet er krúnprinsur í Danmark. Hann lesur í útlondum, men er komin heim til jarðarferðina hjá pápa sínum, Hamlet Kongi. Heima á Kronborg slotti fær Hamlet ein hvøkk, tá ið mamma hansara giftir seg uppaftur við pápabeiggja hansara, Claudiusi, beint eftir jarðarferðina. Og tá hann so sær pápa sín spøkja á slottinum, veit hann sum er; at alt ruggar ikki rætt í danska kongaríkinum.

Eingin sjónleikur í heiminum er so ofta framførdur sum Hamlet, og eingin uppspunnin persónsmenska í heiminum er so ofta  viðgjørd og sitera sum Hamlet, ja, úr rúgvismikla tilfarinum, sum er skrivað um Hamlet, kundi ein bygt ein heilan heim. Hamlet er eitt fyribrigdi kring allan heimin, og kortini er leikurin ongantíð settur upp í Føroyum. Pallsetanin hjá DFC av meistaraverkinum hjá Shakespeare er tí av alstórum týdningi; Føroyar verða settar á eitt hugvísindaligt heimskort sum størsti parturin av heiminum er felags um.

Leikritið hevur Shakespeare skrivað um ársskiftið 1600, og tað er hansara longsta og mest umfatandi verk. Í leikinum viðger Skaldið so at siga alt; heimspeki, samfelag, politikk, mystikk, sálarfrøði, átrúnað, girnd, alsk, familju, vinalag, forelskilsi o.a. Samstundis er Hamlet ein spennandi søga um hevnd og kærleika.

Í minni kenda leikverkinum Richard II skrivar Shakespeare soleiðis: Let us sit upon the ground and tell sad stories of the death of kings: how some have been deposed, some slain in war, some haunted by the ghosts they have deposed, some poisoned by their wives, some sleeping killed, all murdered – for within the hollow crown that rounds the mortal temples of a king keeps death his court.

Hamlet er ein tragedia og tí doyggja nógv. Ja, fá koma av pallinum á lívi. Tí setur DFC tað føroysku jarðarferðina sum karm um leikin. Trýeindin tá flutt verður frá stað til stað – í kirkju, út á kirkjugarð, til ervi – er ein dramaturgisk gongd, sum er okkum føroyingum avbera væl kend, og tað er ikki sørt, at  vit eru errin av okkara siðum, tá ið vit jarða okkara deyðu; ja, einki kann savna føroyingin, sum deyðin.

8. novembur 2019 fer deyðin at halda hov í Norðurlandahúsinum.

Um pallsetanina sigur leikstjórin, Búi Dam, Vit stremba eftir at skapa eina sýning, sum er eyðskild, øllum atkomulig, samstundis sum vit vilja vera trúv ímóti ófatiliga kompleksitetinum og vakurleikanum í skaldskapinum hjá Shakespeare.

 

Aldursmark 14 ár

 

LUTTAKARAR

Hamlet: Kjartan Hansen

Ofelia: Kristina Sørensen Ougaard

Claudius: Sofía Nolsøe Mikkelsen

Gertrud: Annika Johannessen

Horatio: Búi Dam

Polonius: Hans Tórgarð

Laertes: Búi Rouch

Rosencrantz / Guildenstjern: Mariann Hansen

Aðrir luttakarir: kórsangarar úr Tarira og kórleiðarin Jóhannes Andreasen

Leikstjórn: Búi Dam

Týðing: Hans Tórgarð

Pallmynd og búnar: Sámal Blak

Ljóðmynd og tónleik: Tróndur Bogason

Ljóðtøkningur: Theodor Kapnas

Ljósmynd: Súni Joensen

Hjálparleikstjórar: Maria Tórgarð og Katrin Joensen Næs

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

8 Nov 2019 19:30
9 Nov 2019 19:30
10 Nov 2019 19:30
12 Nov 2019 19:30
13 Nov 2019 19:30
14 Nov 2019 19:30
15 Nov 2019 19:30
16 Nov 2019 19:30

Price

Vanligt 325 DKK

Lesandi 200 DKK