{{::favorite.title}}
{{::favorite.excerpt}}
Vit gleða okkum at bjóða tær til eina heilt serliga og spennandi konsert í Tøting.
Guðrið Hansdóttir er ein av okkara bestu sangarinnum, so má hon eisini teljast ímillum bestu føroysku sang -og lagsmiðjum hesumegin aldarskiftið.
Á konsertini í Tøting, fer Guðrið at leggja fram nøkur nýggj løg, umframt ymiskar aðrar sangskattir vit longu kenna.
Hesaferð kemur hon á pall í eini øðrvísi og spennandi hami, saman við Heðini Ziska og Katrinu Olsen.
Konsørn er ein nýggj spennandi elektronisk duo, har Mattias Kapnas og Jan Rúni Poulsen fara at borðreiða við alkyns ljóðum í gandakendum huglagi.
Mattias og Jan Rúni hava samstarvað í ymiskum verkætlanum, men hetta er tó fyrstu ferð at teir spæla egnar kompositiónir sum duo. Tónleikurin er instrumentalur og eyðkendur av einari leitan eftir klangum og samljóðum millum ymisk sløg av klaveri og slagverki.”
Tøting
Við Júksnará 9
513 Syðrugøta
Eysturoy
18 Jun
Members 100 kr. 150 DKK