23 Oct
Eysturoy
1130 - 1395 DKK
Matur & Drekka
Tónleikur
Annað

Gandakent kvøld við Vínkúllunum í Mentanarhúsinum

x

Gandakent kvøld við Vínkúllunum, Ruben Busk og Kim Hansen verður í Mentanarhúsinum leygarkvøldið 23. oktober kl. 19.

Vínkúllarnir skipa aftur fyri vælumtóktari vínsmakking í Mentanarhúsinum, hesaferð samansett við flottari 6-rættaðari matskrá frá Ruben Busk og við einum væl upplagdum Kim Hansen handan tangentarnar.

Hesaferð er talan um eitt heilt kvøld við vælvaldum víni, ið Vínkúllarnir hava funnið innast í vínkjallaranum, og teir hava fingið matmeistaran Ruben Busk við uppí spælið! Kvøldið byrjar við einum glasi av brúsandi víni og einum spennandi brellbita. Aftaná bobblurnar, sleppa gestirnir at royna 6 ymisk vín afturat, hvítt, reytt og dessertvín.

Afturvið vínsmakkingini ger MatSmiðjan hjá Ruben Busk seks ymiskar rættir, ið hóska til vínið. Vínkúllarnir hava lagt eyka orku í vínúrvalið hetta kvøldið og fara at greiða væl og virðiliga frá. Meðan gestirnir leska sær við øllum tí góða, fer tóna-snillingurin Kim Hansen at sita við flyglið, so tangentarnir fara upp at dansa.

Hetta kvøldið verður alt ein vælspæld sansasymfoni. Mentanarhúsið verður karmur um hetta sera forvitnisliga tiltak, ið kveikir allar sansir– góman, nøsina, eygu og oyru eru í hásætið í hesi heilt serstøku sansauppliving. Set kross í kalendaran leygarkvøldið 23. oktober 2021 og keyp atgongumerki við at trýsta á leinkjuna niðast á síðuni her.

Tað er sera avmarkað atgongd.

Keyp atgongumerki á atgongumerki.fo

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

23 Oct 19:00

Price

Matskrá við djúsi 1130 DKK

Matskrá við víni 1395 DKK

Organiser

Vínkúllarnir / Hugnaløtur

(+298) 504444
hugnalotur@gmail.com