11 Jul - 13 Jul
Eysturoy
295 - 995 DKK
Tónleikur
Festivalar

G! Festival

x

Árligi G! Festivalurin á Gøtusandi er ein serlig uppliving. Festivalar verða hildnir kring allan heimin, men G! er nakað annað. Festivalurin er staðsettur í sjarmerandi Syðrugøtu, og pallarnir eru ávíkavist á eini strond og einum lítlum fótbóltsvølli mitt í lítlu bygdini, umgirdir av húsum.

Síðani G! Festivalurin fór av bakkastokki í 2002, hava bólkar sum Nephew, Travis, Europe, Natasha Bedingfield, Infernal, Suspect og Blind Boys of Alabama luttikið. Millum føroysku bólkarnir, kunnu nevnast Eivør, Páll Finnur Páll, Greta Svabo Bech, Swangah, Lena Andersen og 200.

Ársins G! Festivalur er í døgunum 11.-13. Juli. Millum tey luttakandi í ár eru heimsstjørnurnar Lewis Capaldi (UK) og Fatboy Slim (UK), umframt Eivør, Týr, Greta Svabo Bech, Phlake (DK), VOK (IS), Marius Ziska og Phat Phil Cooper (UK).

Atgongumerki kunnu keypast her

 

Address


513 Syðrugøta
Eysturoy

Contact

Website

Date

11 Jul 2019 19:00
12 Jul 2019
13 Jul 2019

Price

Vikuskiftið 995 DKK

Tjalding 295 DKK