02 Oct
Tórshavn (capital)
Free
Ráðstevnur
Bókmentan

Fyrilestur: Erika Fatland (NO)

x
Russland til granna

Hvussu er tað, og hvussu hevur tað verið, at hava Russland til granna?

Erika Fatland er norskur mentanarmannfrøðingur við ser- frøði í Russlandi. Herfyri skrivaði hon eina tjúkka bók um londini, sum hava mark við Russland. Nýggjasta tilfarið í bókini hevur Erika savnað á drúgvari ferð úr Norðurkorea, vestureftir, til hon endaði aftur í Noregi. Hon hevur eisini siglt landsnyrðingsleiðina.

Spurningurin, sum hon kannar, er: “Hvussu er tað, og hvussu hevur tað verið, at hava Russland til granna?” Bókin er umsett til 12 mál, og nú er hon eisini umsett til føroyskt.

Lurtið eftir Eriku Fatland, og lesið síðani bókina, og fái eina rúgvu at vita, bæði um Russland, sum vit hava so nógv viðskifti við, og um allar grannarnar, bæði nær og fjar, sum allir hava sína søgu at siga.

Hugtakandi, stundum ræðandi og kveikjandi; gevur okkum nógv at hugsa um.

Og keðilig er hon ikki.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

02 Oct 18:30

Price

Free