14 Nov
Norðoyggjar
160 DKK
Tónleikur

Fremmand og Son of Fortune

x
Dupultkonsert við Fremmand og Son of Fortune verður í Spaniastovu 14.nov. kl 22.
Fremmand er ein FO/ DK tónleikabólkur, sum spælir alternativan indierokk.
Tónleikurin spennir millum dreymar og desperasjón, við linju til goth g post punk, men er somuleiðis framálítandi.
Tað er tann karismatiska Jana Hjalgrímsdóttir, sum osar av úttrykki, ið myndar bólkin.
Hóast bólkurin kallast Fremmand, so eru tey ikki fremmand millum tær stóru kanónirnar í tónleikaheiminum. Tí tá Fremmand góvu sína debut útgávu út í 2018, so vóru limir úr bæði Massive Attack og Black Rebel Motorcycle Club við á útgávuni.
Síðani debut útgávuna hava Fremmand verið á tour í Týsklandi, USA, Føroyum og Danmark.
Son of Fortune spælir sterkan, ráan blues blandaður við folk, sum gongur undir heitinum Voodoo Pop.
Eyðkenda gitarspæli hjá Son of Fortune á Stratocastaran, ber brá av ráðum rock’n
roll, sum bæði er avbjóðandi og somuleiðis loyndarfult. Son of Fortune hevur vunnið fleiri FMA virðislønir. Tónleikaferðin hjá Son of Fortune kring heimin endar í nov. við 2 konsertum í Føroyum.
Son of Fortune hevur eisini spælt saman við fleiri kendum nøvnum eitt nú Eivør,
Kris Kristoffersen og Teitur.
Spaniastova tekur hædd fyri koronatilmælunum, so t.e. avmarka tal av atg.merki til keyps á www.atgongumerki.fo

Address

Spaniastova

Klaksvíksvegur 84
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

14 Nov 22:00

Price

160 DKK