15 Jun
Tórshavn (capital)
Free

Ragnar Kjartansson - Nøkur verk (IS)

x
Summarframsýningin 2019 – Fernisering

Framsýningin letur upp 15. juni. kl. 16.00

Norðurlandahúsið í Føroyum sýnir verkini “Nur wer die Sehnsucht kennt” og “A lot of Sorrow” á framsýningini ’Ragnar Kjartansson – Nøkur verk’ frá 15. juni til 18. august 2019. Umframt hesar verða 15 tekningar frá røðini “Omnipresent Salty Death” og videoverkið “Satan is Real” sýndar fram. Hjartaliga takk til listamannin og lið hansara.

Nur wer die Sehnsucht kennt „Lied der Mignon“

Nur wer die Sehnsucht kennt

Weiss, was ich leide!

Allein und abgetrennt

Von aller Freude,

Seh’ ich an’s Firmament

Nach jener Seite.

Ach! der mich liebt und kennt

Ist in der Weite.

Es schwindelt mir, es brennt

Mein Eingeweide.

Nur wer die Sehnsucht kennt

Weiss, was ich leide!

Johann Wolfgang von Goethe

Nur wer die Sehnsucht kennt – einans tann, ið longsulin kennir. Hjá týska yrkjaranum, leikskaldinum, rithøvundanum, politikaranum og náttúruvísindamanninum Johann Wolfgang von Goethe (1749-1832) hevur longsulin nógv at siga. Longsul eftir kærleika, tí elskaða. Longsul eftir stóru kenslunum og longsul eftir innliti. Longsul eftir náttúruni og longsulin at gerast eitt við náttúruna. Longsul eftir samanhangi millum fortíð og nútíð. Longsul eftir samljóðinum, tí alfevnda, tí samfeldu heildini, eindini.

Longsulin er ein partur av romantisku heimsmyndini, tí slepst ikki undan. Tá ein ímyndar sær eina heild sum part av heimsmyndini, ein natúrligan samanhang, har ein andi seyrar gjøgnum alt, har ein frummáttur heldur øllum saman, har tað kropsliga og tað andaliga eru fult sambærilig, og har menniskja er eitt við náttúruna, tá gerst longsulin óumberligur. Tí menniskjan kann bara stremba eftir at vera eitt við náttúruna. Hon má ásanna, at hon er avbyrgd, at sambandið við fortíðina tvørrar, og hon má gera ta sannroynd, at syndring fylgir stóru samfeldu heildini. Men hon kann leingjast.

Sostatt er longsulin sambandið við alfevnandi samanhangin. Longsulin er eitt millumstøði. Tað er í longslinum, í umskiftinum, at tað romantiska menniskja kennir størstu fullgerðina. Í tí ófullgjørda liggur djúpasta sálarmegin. Í forelskilsinum, í ógjørliga kærleikanum. Í vónini um møti við stórfingna náttúru. Í kensluni av tí endaleysa og gudaborna. Tann einstaka kennir seg livandi í longslinum, og longsulin drívur listaverkið, og gjøgnum listaverkið fáa vit innlit í heildina.

Longsulin, og harvið listin, rúmar alt, og tað rúmar altið heildina. Ein heild, sum hjá  Goethe er fjølbroytt, fjøltýdd og mótsigandi.

Smá tveyhundrað ár eftir romantikkin virkar Ragnar Kjartansson (1976) í einum stórum broytiligum øki, har myndlist, filmur, tónleikur, sjónleikur og bókmentir finna saman í eini fjølbroyttari og fjøltýddari og mótsigandi heild av framførslulist, tekningum, málningum, videolist og installatiónslist.

Í hesum økinum hevur Ragnar Kjartansson skapt verk so sum “Nur wer die Sehnsucht kennt”, ið ber heiti á yrkingini hjá Goethe. Talan er um eitt fjallalandslag, harðir klettar og kavaklæddir tindar av málaðum fløtum, ið standa á gólvinum. Hetta er onnur síðan. Hinumegin eru ráðar, ómálaðar krossviðplátur. Men tær eru eins umráðandi. Her er eingin rætta ella ranga, men ein heild, hóast hon er óliðug. Ein heild, vit kunnu flyta okkum í, leingjast og leita í og finna tað, sum liggur ímillum. Á markinum millum eydnu og sorg. Løtan frá samljóði til syndring. Rørslan frá einum útmarki til annað. Spenningsøkið millum skemt og sorgarleik. Møtið millum tað gerandisliga, tugda, tanlaða og tað óveruliga, tað makaleysa, tað gudaborna.

“Nur wer die Sehnsucht kennt” er sostatt ikki einans eitt verk, sum er eitt bakstøði fyri gerðum, eitt høpi, har okkurt kann skiljast, eitt slag av tjaldi, har leikast kann, ein pallur, har einstaklingurin kann føra seg fram. Tað at lata sum um, pallseta, og spæla sjónleik er – eins og longsulin – merkt av skifti ella yvirgongu frá onkrum til okkurt annað. Kanska frá fortíð til nútíð og afturaftur. Kanska frá mentanini og nútímans samfelagnum og inn í náttúruna, sum tykist minni tengd at ítøkiliga veruleikanum og meira ávirkað av anda, hugflogi og vilskapi, og so afturaftur. Ella við fleiri yvirgongum frá álvara til skemt til sorgblídni og so afturaftur. Ella uppaftur fleiri umskiftum. Ein endaleys rørsla aftur og fram, runt og runt.

Tá Ragnar Kjartansson við sínum verki “Nur wer die Sehnsucht kennt” sendir lítlar heilsanir til romantikkin, vil tað ikki siga, at verkið er nær skylt við yrkingina hjá Goethe, ella at tað er ein viðmerking til romantikkin. Listamaðurin dregur fram tættir úr romantikkinum og spælir sær við teir. Hann spælir sær við, hvussu romantiski skaldskapurin hevði lyndi til at endurtaka, hevði ovurstóran áhuga fyri plássi menniskjans í náttúruni og dyrkaði náttúruupplivingar, hevði stóran tokka til millumstykki, har okkurt broytist frá eini støðu til aðra, legði áherðslu á einstaklingahugsan og tað uppgjørda, og hann spælir sær eisini við romantisku kensluna, stundum ovurhugað, stundum háfloygd, stundum sansalig ella innilig, brádliga skiftandi frá einum til annað.

Men Goethe og romantikkurin eru bara møguleikar úr eini ørgrynnu av møguleikum, og tað samband, verkið hevur við hesar møguleikarnar, er ikki beinleiðis og kann ikki lýsast sum ein ávísing, tilvísing ella viðmerking. Sambandið millum verkið og hesar møguleikar er bæði meira óbeinleiðis og meira livandi, tað er í støðugari rørslu, og kann kanska betur lýsast við forskoytinum ‘endur’, og ikki bara einum  ‘endur’, men við nógvum. So sum enduruppliving, endurminning, endurmynd, endurljóð, endurskoðan, endurfinning, endurveking, endurgjald, endurkast og endurtøka.

Í hesum undursama samanspælið verður ikki bara fortíðin tikin uppí, men eisini nútíðin, og ikki einans romantikkurin, men eisini poppmentan. Í verkinum “A lot of Sorrow”, sum Ragnar Kjartansson hevur skapt saman við amerikanska indie rock bólkinum The National, eru bæði nútíðin og poppmentanin sanniliga set inn í eina óendaliga rørslu av endurtøkum.

“A lot of Sorrow” er eitt videoverk, ella videoframførsla, við eini meira enn seks tímar langari konsert, har ein bólkur spælir ein sang “A lot of Sorrow”. Út í eitt. Umaftur og umaftur. Í tekstinum, ið skjótt festir seg í høvdið, fylgja vit sorgini við sínum mótsetningum. Sorgin er onkursvegna tengd at njóting, ein søt neyð. Sorgin er upphavsstøði til alt og má haldast føst, so hon ikki hvørvur. Í sorgini ber til at fjakka frítt millum sinnisstøður og millum tíðir og støð. Sorgin gerst ein erheimur, ein afturlatin ringur, endurtikin uttan íhald. Eitt loop.

Og endurtøkan er eisini heilt ítøkilig. Sangurin verður spældur upp í saman í fleiri tímar, bólkurin heldur á at spæla og sangarin heldur á at syngja, og endurtøkan gerst so bókstavlig, at hon verður útlúgvandi, og í møðini liggur kanska ein møguleiki ella vón um at røkka okkurt annað, at hevja seg á eitt hægri støði og fáa samband við tað gudaborna. Tað, sum liggur yvir og uttanfyri alt tað materiella, og tað, sum hevur ein endaleysan, yvirjarðligan stórleika. Tað gudaborna røkka vit gjøgnum langliga einsljóðið, sum hóast alt verður avbrotið av tí menniskjaliga, lítil brot í broytingarloysinum, elalítil brigdi, sum koma í, tá ið menniskju eru uppi í leikinum. Serliga tá ið menniskju útinna styrkiroyndir av hesum slag. Treystið, vit síggja, er eitt satt roysni. Tí alt meðan tað gudaborna verður dyrkað, síggja vit eisini ein annan leik. Vit síggja, nær møðin kemur, nær kenslurnar taka valdið á tí einstaka, nær orkan vendir aftur og síðani fjarðar av nýggjum. Báðar síður eru til í sjónligari, kraftamiklari samtilveru. Tað gudaborna, tað øtiliga, tað ógreinandi, tað sum spreingir mørk, og samstundis tann meira jarðbundni og menniskjaligi sorgarskemtileikurin.  Ongantíð hvørki-ella, altíð bæði-og. Ragnar Kjartansson fær alt at liva lið um lið, í stríð ella í samljóði, altíð saman. Tað er einastandandi. Einastandandi frálíkt.

A lot of sorrow

Sorrow found me when I was young,

Sorrow waited, sorrow won.

Sorrow that put me on the pills,

It’s in my honey it’s in my milk.

It’s only about half a heart alone

On the water,

Cover me in rag and bones, sympathy.

‘Cause I don’t wanna get over you.

I don’t wanna get over you.

Sorrows my body on the waves

Sorrows a girl inside my cage

I live in a city sorrow built

It’s in my honey, it’s in my milk.

It’s only my half of heart alone,

On the water,

Cover me in rag and bones, sympathy.
’

Cause I don’t wanna get over you.

I don’t wanna get over you.

It’s only my half of heart alone,

On the water,

Cover me in rag and bones, sympathy.

‘Cause I don’t wanna get over you.

I don’t wanna get over you.

 Aaron B. Dessner / Matthew D. Berninger

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

15 Jun

Price

Free