02 Apr - 05 Apr
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist

Framsýning: Oljumálningar hjá Teiti M. Gásadal

x

Man kann við vissu siga, at allir málningarnir eru abstraktir, men Teitur Gásadal hevur ongan áhuga í at avmarka seg til eina sjangru. Tað fer at síggjast aftur í fjølbroyttu framsýningini. Hann málar tað, honum lystir, og hevur víðkað síni listarlig evnir hareftir. Eingin listarlig útbúgving liggur aftanfyri málningarnar. Teitur hevur frávalt sær eina listarliga útbúgving, fyri at halda sær burtur frá stílunum hjá øðrum, og tískil kunna menna ein stíl, ið er sín egni.

Teitur hevur málað í 9 ár, og í løtuni er hann læraralesandi, tó eru tað bert slakir tríggir mánaðar eftir, til hann kann kalla seg lærara. Hann málar tá hann kann, og serstakliga tá hann ikki kann.
Kom oman í Smiðjuna í Lítluvík og hygg at verkunum.

Alt er abstrakt, allir málningarnir eru ymiskir og har er heilt sikkurt okkurt til tín.

Langafríggjadag kl. 12 opna dyrnar í Smiðjuni í Lítluvík, og øll eru vælkomin til ein kaffimunn og listaprát.

Opið verður langafríggjadag fram til 2. páskadag kl. 12:00-18:00.

Á almennu facebook síðuni er møguligt at síggja málningarnar, sum verða sýndir.

Address

Smiðjan í Lítluvík

Skálatrøð
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

2 Apr 2021 12:00 - 18:00
3 Apr 2021 12:00 - 18:00
4 Apr 2021 12:00 - 18:00
5 Apr 2021 12:00 - 18:00

Price

Free

Organiser

Gásadal List

(+298) 000000
gasadallist@gmail.com