12 Jun - 26 Jun
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist

Framsýning í Galerie Focus

x

Fríggjadagin 12. juni kl. 16 til 18 letur ein framsýning upp í Galerie Focus í Doktara Jakobsensgøtu 15 í Havn.

Framsýningin er opin til 25. juni: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.

Á framsýningini eru verk frá Philippe Carré, Hanni Bjartalíð, Anker Eli Petersen, Frits Johannesen, Heðin Kambsdal, Bárður Jákupsson, Torbjørn Olsen, Olivur við Neyst, Amariel Norðoy og Arnold Vegghamar.

Philippe Carré er fransmaður, sum hevur búð í Føroyum í fleiri ár, og er nú fluttur aftur til Frankaríki. Á framsýningini eru 13 myndir í rammu, myndevni er úr Føroyum, og tøknið er blýantur, tusj & akryl á pappíri.

Hanni Bjartalíð er úr Klaksvík og býr í Finnlandi,. Á framsýningini eru 15 myndir. Tøknið er olja á pappír & olja á lørift, myndevnið eru fólk, hús, frugt o.a.

Myndevnið hjá Heðin Kambsdal er ofta bygdin, tað mystiska ljósið tá myrkur og dagsljós brótast. Hann málar ljósið komandi úr erva millum tey døkku høgu fjøllini og speglast í fjørðinum. Gøtuljósini – tað man vera um kvøldið, um náttina ella kanska tíðliga sunnumorgun. Ljósið fellur á húsið, á úthurðina, tað mystiska, hvar eru fólkini, tær livandi verðirnar? Kanska fólk eta náttura, hyggja í sjónvarp ella sova, hvør veit, men eitt er vist, fólk eru ikki at síggja í bygdamyndini, í vindeygunum, í hurðaopinum ella á vegnum. Húsið stendur sum fyri seg sjálvt, myndin er realistisk, men eisini onkuntíð meira abstrakt.

Hetta bara fyri at nevna 3 av listafólkunum. Tað eru 57 listaverk á framsýningin. so er áhugin har, so kom og vitja framsýningina. Nøkur av verkunum eru at síggja á heimasíðuni, www.galeriefocus.com, framsýning.

Address

Galerie Focus

Dr. Jakobsensgøta 15
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

12 Jun 2020 16:00 - 18:00
13 Jun 2020 16:00 - 18:00
17 Jun 2020 15:00 - 18:00
18 Jun 2020 15:00 - 18:00
19 Jun 2020 15:00 - 18:00
20 Jun 2020 16:00 - 18:00
24 Jun 2020 15:00 - 18:00
25 Jun 2020 15:00 - 18:00
26 Jun 2020 15:00 - 18:00

Price

Free