16 Dec
Tórshavn (capital)
Free

Føroyski báturin úr aldudalinum

x

Føroyski báturin hevur verið álitið í øldir, men óvist er um livilíkindi eru honum lagað hjá komandi ættarliðum. Kann ein altjóða viðurkenning hava týdning fyri varðveiting av bátinum?

Føroyski báturin er við í norðurlendskari tilnevning til UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv hjá mannaættini, sum verður viðgjørd í Paris 15. des.

Hóskvøldið 16.des. kl. 19 hittast vit á Tjóðsavninum til eitt áhugavert kvøld við fyrilestrum og røðum um føroyska bátin, tónleiki og ábiti.

Tað eru Tjóðsavnið, Fróðskaparsetur Føroya, Føroyska UNESCO-nevndin og Uttanríkis- og mentamálaráðið sum í felag skipa fyri tiltakinum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg hjá VisitTórshavn.

 

Skráin

19.00     Vælkomin

               Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum

19.05     Tiltakið verður sett

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

19.15     Yrkið sum bátasmiður

              Hanus Jensen, bátasmiður á Roskilde Vikingeskibsmuseum

19.30    Siðaarvur á UNESCO listan, hvat inniber tað?

              Tóta Árnadóttir, lektari á Fróðskaparsetri Føroya og ph.d. lesandi

19.45     Umsókn til UNESCO um at fáa norrøna súðubygda bátin á listan yvir umboðandi siðaarv

              Armgarð Weihe, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum

19.55     Steðgur

              Kim Hansen undirheldur, framsýning og ábit.

20.15   Føroyski báturin og eg. Søgur í samband við bátin

            Anna Lousia Joensen, lærari á Nám X

20.30     At bjarga føroyska bátinum – hugburður og átøk

                Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum

20.45     Tiltakið endar

Address

Tjóðsavnið

Brekkutún 6
188 Hoyvík
Tórshavn (capital)

Date

16 Dec 19:00 - 21:00

Price

Free