Heimildarfilmurin snýr seg um mannin handan hugskotið “FO Tatt Fest”, Fjølnir Geir Bragason, eisini nevndur Fjølnir Tattoo. Filmurin vísir ferðina hjá Fjølnir gjøgnum sjóneykuna hjá Gaui H. Pic. Fjølnir og Gaui byrjaðu sítt samstav í 2018, tá teir byrjaðu at ferðast saman og filma dokumentarin um hesa ráðstevnuna, FO Tatt Fest. Frásøgusjónarhornið broyttist tó í desember 2021, tá Fjølnir brádliga andaðist. Gaui sigur soleiðis um teirra ferð saman:
“Øll, sum kendu Fjølnir, vistu hvat fyri maður hann var. Hann hevði eitt stórt hjarta og var ein sannur vinur. Og hann gjørdi alt hann var mentur fyri at stuðla sínum vinum!
Fjølnir og eg hittust fyrstu ferð, tá eg var 16 ára gamal. Eg fekk mína fyrstu tattovering frá honum. Nógv ár seinni avgjørdu vit at gera ein dokumentar um hansara ferð til Føroyar og ráðstevnuna, sum hann skipaði fyri har, FO Tatt Fest.”