20 Aug
Norðoyggjar
570 DKK
Børn & Ung
Ítróttur

Flogbóltsskúli í Klaksvík

x

Mjølnir skipar fyri Flogbóltsskúla í Klaksvík. Badmintonhøllin verður karmur um skúlan fríggjadagin 20. august og leygardagin 21. august. Endamálið er at geva leikarum amboð, at gerast betri flogbóltsleikarar.

Servenjingar vera innan heving, smasj, blokk og móttøku. Harumframt verður dentur lagdur á júst tí røttu fysisku venjingina til flogbóltsleikarar og taktiskar framløgur eru eisini á skránni Dystir vera eisini leiktir.

Venjarar eru allir av ovastu flogbóltshyll í Føroyum. Cristian Imhoff, Thorvald Danielsen, Phil Freere, Steffan Rosenlund og Jóhan Arni Elisson Wang fara at undirvísa. Hjálparfólk hjá Mjølnir verða eisini hjástødd.

Hvønn er Flogbóltsskúlin fyri? 

Flogbóltsskúlin er fyri allar flogbóltsleikarar 16 ár og eldri, sum tíma væl at venja, vilja mennast, dáma at hava tað stuttligt, og sum vilja hitta flogbóltsvinir og eisini fáa nýggjar flogbóltsvinir.

Leikarar verða, alt eftir tilmelding, býttir upp eftir kyn og torleikastigi

Prísur

550 kr. pr. leikara, sum er fyri venjing, kostarhald og T-shirt.

Í mun til ferðing verður víst til www.ssl.fo

Nær og hvar verður vant?

Fríggjadagin 20. august og Leygardagin 21. august í Badmintonhøllini í Klaksvík. KÍ høllin kann eisini takast í nýtslu, alt eftir tilmelding.

Tilmelding, gjalding og kunning

Seinasta freist fyri tilmelding er sunndagin 15. august.

Ein t-postur við kunning verður sendur øllum luttakarum mikudagin 13. august

 

 

Address

Badminton Høllin

Bøgøta 9
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

20 Aug

Price

570 DKK

Organiser

Mjølnir