01 May
Eysturoy
100 - 150 DKK
Tónleikur

Feliks og Jassarnir

x

Leygarkvøldið 1. mai kl. 20.30 verður aftur konsert í Töting.

Feliks og Jassarnir ljóðar sum eitt gott bólkanavn, men her er so talan um tveir ymiskar bólkar, ið spæla rættuliga ymiskan tónleik.
Vit byrja mai mánað við eini áhugaverdari konsert við ungum og sera ungum tónleikarum úr Eysturoynni.

Feliks:
Feliks er mannaður av ungu og frísku monnunum Dáva á Reynatröð, Högna Jógvanssyni og Sunnvari Gregersen Hansen.
Teir leggja seg eftir altíð at spæla og syngja upplyftandi popptónleik, tí – sum teir siga – so skal tað fram um alt vera stuttligt at jamma saman.
Framförslan í Töting verður akkustisk við sangi, klaver og tveimum gittarum.

Jassarnir:
Ungi rokkbólkurin Jassarnir byrjaði sína tónleikaferð á Eystanstevnu 2018.
Seinastu trý árini hava teir rungað á tí föroyska tónleikapallinum við alskins rokk coverlögum, vunnið árligu Stella Polaris tónleikakappingina og givið sítt fyrsta staklag út, ið eitur “Livin’ Through a Beat”.
Jassarnir ganga allir í 7. flokki í skúlanum við Lökin í Runavík og eita Áron Poulsen (gittar og sang), Leivur Lassen (sang), Beinir Grönagarð (trummur) og Rókur Troest Rasmussen (bass og sang).

Atgongumerki á 150 kr. (Tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), fáast á https://grot.nutickets.com/54972501
Limir í Tónleikasamtakinum Grót, ið eru 18 ár ella yngri, hava ókeypis atgongd.

Address

Tøting

Við Júksnará 9
513 Syðrugøta
Eysturoy

Date

01 May 20:30

Price

Vaksin 150 DKK

Limir 100 DKK