28 Sep
Sandoy
Free
Matur & Drekka

Eplafestivalurin 2019

x

Árligi eplafestivalurin verður 28. septembur 2019. Gleði tykkum til ein deiliga bygdasligan dag við góðum fólki og góðum mati!

Skránna sært tú niðast á síðuni her.

Dagurin byrjar kl. 10 við sølustøðum í Trøðum á Sandi og Djóragarði í Skemmuni, og endar tá síðstu gestirnir fara heim. Borðhald er kl. 19 og Diskotek við Michael Anthony verður kl. 22 á Hoyloftinum í Miðstovuni.

Borðhaldið

Í ár hava vit sjálvandi vælumtókta borðhaldið, har í stjørnan í ár er vælumtókta lambskjøtið hjá Jens Petur Selfoss. Hann steikir lamskjøtið í jørðini og rávørurnar til borðhaldið verða sjálvandi føroyskar. Borðhaldið verður í bilskúrinum í Miðstovuni.

Prísur

495,- fyri hvønn.

Eitt glas av víni, øl ella sodavatn er íroknað í prísinum.

Bílegging

Keyp tær pláss til borðhaldið umvegis Atgongumerki.fo við at trýsta her.

Gev gætur, at har er avmarkað nøgd av atgongumerkjum til sølu.

Eigur tú besta, føroyska eplarættin?

Í fjør varð skipað fyri kapping í matkynstri á Eplafestivalinum! Hetta tiltak eydnaðist væl, og verður tí endurtikið í ár. Vinnarin í fjør gjørdist Frida Poulsen úr Skálavík, sum gjørdi ”Eplafestival Salat” við íblástri úr Italia.

Nú Eplafestivalurin stundar til, ber til at siga at  fyrireikingarnar veruliga byrja at taka skap og spenningur rørist. Heilt nógv tiltøk eru á skrá og skráin, verður almannakunngjørd í komandi døgunum.

Eitt av tiltøkunum er ”eigur tú besta, føroyska eplarættin”. Hetta er eitt tiltak, har høvi verður hjá øllum, sum hava ein eplarætt, sum kann koma úr skápinum.

Dømingin verður skipað soleiðis

3 matkøn fólk: Telur 50%

4 leikfólk døma í blindsmakking: Telur 50%

Reglur

– Rætturin skal verða eftir egnari uppskrift

– Epli skulu vera ein av høvuðsingrediensunum

– Rætturin skal latast inn í trimum eintøkum í seinasta lagi leygardagin 28. september kl 11.00 við Tingborð í Trøðum á Sandi.

Tilmelding

Tilmelding fer fram á veltan@veltan.fo ella Eplafestivalurin á Facebook.

Øll eru vælkomin at melda seg til, og Eplafestivaurin vónar at eplarættir úr øllum landinum luttaka

Prísur

Luttøkan er ókeypis.

Address

Í Trøðum
210 Sandur
Sandoy

Contact

Website

Date

28 Sep 10:00

Price

Free