22 Jul - 30 Jul
Eysturoy
Free
Myndlist

Ellindur Egilstrøð sýnur fram í Ribarhúsi

x

Vælkomin á eina ferð við náttúruupplivingum úr Føroyum.
Stundum í kajakk frásjón, stundum í tyrlu frásjón. Møguliga er frásjónin óbundin. Stundum er myndin týðiligt landslag, stundum er óvissa um tað er nakað landslag. Møguliga tað er ein skaploysingur (amøba), ið er økt fleiri ferðir, ella er tað nakað heilt annað ókent. Møguliga tað er ísur ella kavi – ella møguliga regn. Stundum verður regn til kava ella ís og verður síðani aftur til regn. Møguliga tað, ið einaferð var kavi á myndini, seinni verður til regn ella ís, ella nakað heilt annað. Myndin skiftir, sum føroyska verðrið, alt eftir hvussu ljósið er, ið myndin fær og alt eftir hvør í skoðar verkið. Møguliga er tað soleiðis, at vit síggja alt út frá okkara egna sjónarhornið? Eisini ein málning? Møguliga myndin gevur rúmd fyri at verða við tí, sum er og soleiðis sum tað nú einaferð er? Bert geva seg yvir til løtuna ið er og góðtaka tað ið er her og nú? Møguliga vit kunnu læta málningin og okkum ið hyggja, verða eitt eina stund?

Framsýningin byrjar hósdag 22. juli kl. 15 og er til 30. juli.

Upplatingartíðir:
Mán- fríggjadag: 15:00 – 17:30
Leygardag:  11:00 – 14:00

Address

Gallarí Ribarhús & Piddasahandil

í Støð 14
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

22 Jul - 30 Jul Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat

Price

Free