04 Sep
Vágar
250 DKK
Tónleikur

Eivør á Fiskastykkinum

x

Mikudagin 4. September verður høvið at uppliva eina heilt serliga konsert á Fiskastykkinum í Sandavági. Tað er Eivør, sum hevur lagt leiðina heim til Føroya at framføra tvær solokonsertir, har onnur er á Fiskastykkinum og hin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Seinastu árini hevur Eivør í stóran mun framført við bólki, men komandi hálvár fer hon í mestan mun at arbeiða við at leggja seinastu hond á nýggja fløgu, ið kemur út næsta ár, og í hesum tíðarskeiði hevur hon valt at gera nakrar solokonsertir, bæði heima í Føroyum og úti í heimi.

Fyrsta solokonsertin av trimum í Føroyum var í juli á Maggies í Nólsoy. Kinna Poulsen ummælti hesa konsertina m.a. soleiðis: “Tað eru ómetaliga fá menniskju, sum klára at umsita og miðla so stórar kenslur á so stórbæran og sannførandi hátt, sum Eivør megnar. Tað ger hon við eini rødd, sum ikki bara er eitt náttúrugivið sansaligt fenomen eins og ein fossur onkran dýggjvátan dag….. Tað var fantastiskt at uppliva. Bæði rørandi og gleðiligt; hjartað stóð fleiri ferð til at bresta av øllum kenslunum, sum tónleikaligi autoriteturin vakti í okkum.  Ummæli kann lesast í fullari longd her:

http://www.listaportal.com/tidindi/2019/7/20/heilt-erligt-eivr

Konsertirnar í Mentanarhúsinum og á Fiskastykkinum verða einastu høvi at hoyra Eivør  í Føroyum, til hon næsta ár kemur út við nýggjari fløgu.

Address

Fiskastykkið

12 Úti á Gjógv
360 Sandavágur
Vágar

Date

04 Sep 20:00

Price

250 DKK