17 Feb
Eysturoy
Free
Tónleikur

Eitt suð í myrkri

x

Hóskvøldið 17. februar kl. 20:00 bjóðar Suð tykkum á eina sansaliga ferð ígjøgnum lívið, har fyrra helvt verður í bølamyrkri og seinna helvt í hálvaskýming.

Suð kemur at syngja kendan norðurlendskan tónleik.

Eydna Skaale kemur at bera fram skaldskap, meðan Husgaard Music fer at gera ljóðmyndir.

Pætur við Keldu kemur at hava klaverfylgispæl.

Í bølamyrkri verður sjónin burtur. Har verður einki ljós at hóma. So nú sleppa hinir sansirnir veruliga framat.

Kanska fert tú at duga at njóta tað. Kanska verður myrkrið ov svart fyri teg.

Kom og royn tað! Kanska fer sinnið at megna at sveima í svarta suðinum og geva tær eitt nýtt upplivilsi við nýggjum kenslum.

Ferðin varir ein tíma uttan steðg.

Kostnaður er kr. 250.

Address

Løkshøll

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

17 Feb 20:00

Price

Free