22 Jun
Nólsoy
110 DKK
Tónleikur

Edith og Allan á Maggies

x

Edith og Allan spæla egin løg, sum eru skrivað við íblástri úr náttúruni eins og frá fólki og hendingum kring tey.
Stílurin er tvíraddaður, fangandi poppur við einum ferili av country og folk.
Edith Dahl Jakobsen hevur framført nógv alment hetta síðsta árið, og hevur hon eisini útgivið stakløgini Let The Ship Come In og Remedy. Herfyri var hon tilnevnd sum “Ársins sangari 2019” til FMA.

Allan Tausen munnu tey flestu kenna best frá bólkinum Marius Ziska. Til FMA 2019 vunnu teir heiðurslønina “Ársins útgáva” fyri plátuna Portur. Allan hevur eisini sjálvur útgivið plátuna Unknown og hevur m.a. framført við Eivør, Lindu Andrews og fleiri øðrum.

Atgongumerki á kr. 110,- fáast her á maggies.fo

Address

Maggies Café

Válagøta 26
270 Nólsoy
Nólsoy

Date

22 Jun 20:00 - 22:00

Price

110 dkk 110 DKK