07 Nov
Norðoyggjar
160 DKK
Tónleikur

Dupultkonsert við Páll og Fróða

x
Dupultkonsert leygarkvøldið 7.nov. kl 22 við Páll Brim og Fróða Bjarnason.
Páll fer at spæla løg frá sínu nýggju EP ‘Starting Over’ og nøkur løg hjá sínum fyrimyndum. Við sær hevur hann Brynjar Olsen á el-guitar og sjálvur syngur Páll og spælur ukulele.
Fróði fer at spæla stakløg hann hevur útgivið síðani hann í 2016 kom fram við staklagnum Something New.
Fróði verður at hoyra í akkustiskum hami, so tey stóru og umfevnandi løgini vera latin úr sínum hami, og framførd so nakin sum tey vóru skapt.
Um Páll Brim
Páll Brim er ein singer/songwriter úr Klaksvík. Hann skrivar egin løg og tesktir. Áður hevur hann sungi og spælt ukulele verði sangskrivari í Danny & The Veetos. Hann hevur somuleiðis spælt við bretska bólkinum Lunacci.
Um Frodi Bjarnason
Frodi Bjarnason er sangskrivari/komponist. Hansara fyrsta staklag Something New ko í 2016. Tvey heil ár seinni, vann hann við bólki tónleikakappingini Stella Polaris/Sement. Síðani tá hevur bólkurin útgivið tvey stakløg, ávíkavist “Where My Home Is” og “Scandinavia”. Í summar var Fróði aftur í upptøkuhøli, við tilfari til eina fløgu, ið verður at hoyra í næstum.
Koronatilmælini verða fylgd, tað er tí avmarka pláss.

Address

Spaniastova

Klaksvíksvegur 84
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

07 Nov 22:00

Price

160 DKK