30 May
Sandoy
549 DKK

Dagstúrur í Dysjarnar og á Tind

x
Vit fara dagstúr til Dysjarnar í Norðasta Haga 30. mai kl. 10.30.

Álvaland í Sandoynni

Vit møtast við Hálsavøtnini beint heimanfyri Skopun. Við ferðaleiðara ganga vit til Dysjarnar og niðan á Tind, hægsta fjall á Sandoynni. Dysjarnar eru eitt øki, ið sær út sum eitt “álvaland”, ella ein nátúrlig grótborg.
Har er mánalandslag við grótsúlum og djúpum sprungum. Forkunnugt stað!
Enda verður á Brekkuni Stóru uml kl 16.30 soleiðis at fólk náa bussin, sum koyrir til Teistan kl. 18.35.

Torleikastig

Túrurin er tungur (torleikastig 3 av 4) og tekur 6 tímar.

Prísur

Prísurin er 549,- kr fyri hvønn. Tá er ferðaleiðari, ein góður føroyskur matpakki og vatn íroknað.
Túrurin er gjørdur í samstarvi við eigarar og røktingarfólk í høgunum har vit ganga.

Address

Skopunarvegur 1
240 Skopun
Sandoy

Date

30 May

Price

549 DKK