11 Sep
Norðoyggjar
Free
Bókmentan

Bókaframløga í Jacqson

x

Mikukvøldið 11. septembur kl 19.00 verður bókin “Góða systir”, sum Margit M. Baadsager hevur skrivað, løgd fram í Jacqson í Klaksvík.

Skrá:
Herborg Torkilsdóttir og Rakul Petersen syngja 2-3 sangir

Tóra við Keldu og Margit M. Baadsager práta um bókina.

Maria á Lakjuni syngur 2-3 sangir.

Eftir hetta verður høvi at ogna sær bókina.

Um bókina:
Tá ið læknarnir í 2015 síggja okkurt óvæntað í eini skanning av heilanum hjá 38 ára gomlu Arnvør, fara systirin Margit og mamma teirra við fyrsta flúgvaranum til Keypmannahavnar at vera hjá henni.
Arnvør hevur í eina tíð gramt seg um svára høvuðpínu og hevur ikki megnað at hildið freistirnar fyri síni Ph.D. verkætlan. Hon er vorðin sera gloymsk.
Komandi dagarnar á Ríkissjúkraúsinum versnar minni hjá Arnvør framvegis, og Margit velur at skriva henni eina dagbók.

“Góða systir” er ein hjartanemandi dagbók frá einari systir til aðra.
Bókin er persónlig og nemur á ein jarðbundnan hátt við evni sum familja, sjúka, viðgerð, trúgv, lívsinnihalda, skemt, sorg, endurvenjing og vón, ið bæði sjúkingar og avvarðandi kunnu kenna seg aftur í.

Address

Jacqson. Café og barr

Klaksvíksvegur 4
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

11 Sep 19:00

Price

Free