06 May
Tórshavn (capital)
Free
Søga & arvur
Bókmentan

Bøkaframløga av bókini 'Beinta'

x

6. mai kl 19 verður framløga av bókini ‘Beinta’ í aulini í Finsens.
Á bókaframløguni verður greitt frá hvussu bókin er vorðin til og um serligar hendingar úr bókini, sum flestu føroyingar ikki kenna til.
Bókin er um víðagitnu Beintu, sum livdi um ár 1700 og hevði eitt sera hendingaríkt lív. Hon má metast at vera ein hin sterkasta kvinnan í føroya søgu.
Í okkara lívi vera vit øll rakt av lívsins brotasjógvum, men spurningurin er, um vit lata teir fella okkum, ella um vit megna at reisa okkum aftur. Í sínum lívi fekk Beinta nógv meiri omanyvir seg enn vanlig fólk, men ferð eftir ferð sæst í lívssøguni hjá henni, hvussu framúr sterk kvinna Beinta var, tí tá á stóð hevði hon styrkina til ikki einans at reisa seg sjálva aftur, men eisini til at halda saman uppá familjuna og fáa lívið hjá sínum kæru aftur á rætta kós.
Í Føroyum kenna vit øll onkrar av mongu sagnunum um Beintu, men henda bókin fer inn í søguligu skjølini fyri at avdúka, hvat veruliga fór fram. Bókin er úrslit av áralongum kanningararbeiði, har tað er farið djúpt niður í skjøl frá tíðini, tá Beinta livdi. Talan er um gomul brøv, rættarskjøl, hægstarættardómar, straffidómar, arvauppgerðir, fundarbøkur og mangt annað.
Á bókaframløguni verða bøkur signeraðar av høvundunum.

Address

Aulan í Finsen

Tróndargøta 44
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

06 May

Price

Free

Organiser

Lydia Laksáfoss

(+298) 503286
lydialaksafoss@yahoo.dk