27 Aug
Norðoyggjar
Free
Børn & Ung
Ítróttur

Bláa Bylgjan skipar fyri upphiting til dystin millum KÍ-NSÍ

x

Bláa Bylgjan ger eyka nógv burturúr síðsta dystinum áðrenn landsliðssteðgin.

KÍ fær vitjan av NSÍ fríggjakvøldið í landskappingini, har KÍ hevur staðið seg framúr væl alt hetta kappingarárið. Fjepparafelagið hjá KÍ bjóðar øllum KÍ-fjepparum, bæði børnum og vaksnum, til ókeypis upphiting á økinum millum gamla skýlið og Pike.

Fyrrverandi leikarar og venjarar hjá KÍ fara at grilla hot-dog og afturvið fæst sunnkist. Karl Martin Samuelsen fer at syngja nakrar KÍ-sangir og andlitismáling verður fyri tey, ið vilja tað.
Ynskiligt er, at so mong sum møguligt møta upp í bláum. Ein kann seta seg har ein vil, men trummur o.a. verður aftanfyri eystara málið, eins og til Conference League dystin.
Møguleiki verður eisini at tekna seg sum lim í Bláu Bylgju.

Alt tiltakið er ókeypis, og vónandi síggja vit nógv fólk til hendan týdningarmikla dystin hjá KÍ. Tiltakið byrjar kl. 16.00 og dysturin byrjar kl. 18.00.

Address

Plenin við Djúpumýrar


700 Klaksvík
Norðoyggjar

Contact

Website

Date

27 Aug 16:00

Price

Free