21 Oct
Tórshavn (capital)
50 - 100 DKK
Tónleikur

Birita Poulsen Trio

x
Heysttónar har m.a verkið Kærleiki verður frumframført

Birita Poulsen hevur konsert við Zilvinas Brasauskas (klarinett) og Matteo Gobbini (klaver), og á skránni er eitt nýtt, forvitnisligt verk eftir Sunleif Rasmussen. Talan er um 7 sangir fyri sopran, klaver og klarinett við yrkingum eftir Oddfríða Marner Rasmussen.

Síðani fyrsti sangurin varð frumframførdur á FMA í Norðurlandahúsinum í 2019 hevur Sunleif lagt 6 afturat honum, alt til yrkingar úr seinnu helvt av yrkingasavninum “Innantannaskríggj” sum Oddfríður lat úr hondum í 1995. Savnandi heitið fyri verkið er “Kærleiki” og verður frumframført í hesi konsertrøðini.

Tey trý, sum skulu trína á pall, hittust á tónlistaskúlanum Hanns Eisler í Berlin og hava seinastu árini framført javnan har. Á skránni hesa konsertina verða eisini verk eftir m.a. Franz Schubert og Gustav Mahler og soleiðis verður borðreitt við bæði útlendskum og Føroyskum eins og nýggjum og gomlum tónleiki.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

21 Oct 19:30

Price

Vanligt 100 DKK

Lesandi og ung undir 18 ár 50 DKK